Eg skrivi 7 - page 71

71
Frágreiðing!
Tá ið tú leitar eftir onkrum ávísum í Heimsatlasinum, skalt tú sláa upp í navna-
skránni aftast í bókini. Navnaskráin er sett upp eftir bókstavaraðnum.
Skalt tú t.d. finna Grønlandsfjørðin, so mást tú hyggja undir G í navnaskránni. Tá ið
hevur funnið Grønlandsfjørður, sært tú, at aftan fyri orðið stendur 22 G 4. Hetta
merkir, at tú finnur Grønlandsfjørðin á síðu 22 í atlasinum í puntinum, sum eitur
G 4.
Hjálp Honnu at finna hesi støð í navnaskránni í Heimsatlasinum og skriva so á
regluna, á hvørjari síðu og í hvørjum punti, hesi støðini eru at finna!
Danmark
Skagen
Ålborg
Hanstholm
Grenen
Fjón
London
Madrid
Peking
Nuuk
París
Sydney
Moskva
NewYork
Toronto
Finn Danmark í Heimsatlasinum!
Hvørjir eru 4 teir størstu býirnir í Danmark?
_________________ _________________ _________________ _________________
Hanna skal koyra við bussi úr Hanstholm til Ålborg. Finn á Danmark-
arkortinum vegin ímillum teir báðar býirnar.
Niðast á síðuni stendur, at 1 cm á kortinum eru 12,5 km í veruleikanum.
Hvussu nógvir km eru ímillum Hanstholm og Ålborg? ___________
Hvussu nógvir km eru ímillum Ålborg og Skagen? ______________
Hvussu nógvir km eru millum Skagen og Hirtshals?______________
Hvussu nógvar km koyrir 7. flokkur í Fuglafirði tann dagin, tey vitja í Skagen og í
Hirtshals? ____________
I...,61,62,63,64,65,66,67,68,69,70 72,73,74,75,76,77,78,79,80,81,...100
Powered by FlippingBook