Eg skrivi 7 - page 76

76
Vinir hittast
Frágreiðing:
Navnorð verða bend í tali – eintali og fleirtali, eftir kyni, óbundin og bundin og í
føllum. – Navnorðið
vinur
er eitt kallkynsorð. Tað eitur ikki altíð vinur. Tað broytist
alt eftir hvørjum falli og tali, tað stendur í. Í yvirskriftini eitur tað vinir.
Tað er tí, at tað stendur í
hvørfalli fleirtali
.
Vit siga ikki:
Hann fylgdist við einum vinur.
Vit siga:
Hann fylgdist við einum
vini
.
Vit hava fýra føll: hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall.
Fyri betur at halda skil á føllunum, skulu tit læra tykkum at spyrja:
Hvør er her? Hvønn sást tú? Hvørjum møtti tú? Hvørs vegna?
Hvørsfallið er tað torførasta at benda, av tí at tað verður so sjáldan brúkt, tí er gott
at hava reglur at halda seg til!
Reglur
: Navnorð í kallkyni, sum enda við hjáljóði, enda við
-s
ella
-ar
í hvørsfalli.
Fyri at vita, hvørja ending navnorðið fær í hvørsfalli eintali, mugu vit fyrst hyggja
eftir, hvussu orðið eitur í hvørfalli fleirtali. Endar orðið við
-ar
í fleirtali, so endar
hvørsfalli við
-s
í eintali, og endar orðið við
-ir
, so endar hvørsfalli í eintali við
-ar
!
Øll navnorð enda við -a í hvørsfalli fleirtali!
Vit fara at benda kallkynsorðini
vinur
og
armur
! Bend tú so kallkynsorðini seyður,
bilur og býur!
eintal
hvørfall
vinur
armur
hvønnfall
vin
arm
hvørjumf.
vini
armi
hvørsfall
vinar
arms
fleirtal
hvørfall
vinir
armar
hvønnfall
vinir
armar
hvørjumf.
vinum ørmum
hvørsfall
vina
arma
I...,66,67,68,69,70,71,72,73,74,75 77,78,79,80,81,82,83,84,85,86,...100
Powered by FlippingBook