Eg skrivi 9 - page 6-7

6
7
(í hesum heftinum á bls. 89). Í vegleiðingini
verður greitt frá, hvussu høvundurin hevur
hugsað sær, at arbeiðast kann við teimumymisku
síðunum, hvussu uppgávurnar kunnu loysast og
í einstøkum førum, hví uppgávurnar eru júst
soleiðis gjørdar og ikki øðrvísi.
 Vónandi fara EG SKRIVI-bøkurnar at stuðla
og eggja næmingunum at kunna seg væl og
virðiliga um tað føroyska málið, her undir
føroyska mállæru og rættskriving, so at næm-
ingunum fellur lætt og raðið at orðbera seg á
góðum og tíðarbærum føroyskum máli, bæði í
talu og skrift.
Høvundurin
EG SKRIVI 9, við undirheitinum:
Skrivligt
føroyskt til miðdeild og framhaldsdeild,
er 9.
bókin í røðini av rættskrivingar- og mál-
læruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mál-
læruheftini eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men
kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint
í 4. flokki) upp í 9. flokk, so sum lærarin heldur
vera hóskandi. EG SKRIVI 9 er hóskandi at
nýta í 8. flokki.
 Eg skrivi røðin umfatar 9 hefti. Fyri at koma
ígjøgnum øll heftini mugu flokkarnir arbeiða við
í minsta lagi tveimum heftum árliga.
 Í øllum mállæruheftunum eru mállæruupp-
gávur, fyrisøgn, uppgáva til fyrisøgn, aftursøgn
og ymsar stuttligar uppgávur.
 Mállæran í EG SKRIVI 9 byggir á tað, sum
næmingarnir hava lært í teimum fyrru bók-
unum.
 Gjøgnum alla bókina havi eg lagt dent á at fáa
næmingarnar at skilja tað, teir gera, heldur enn
at teir t.d. benda eina ørgrynnu av orðum uttan at
hugsa um, hví hesi orð verða bend so ella so.
 Í øllumbókunumerupartar, nevndir
Skrínið
.
Hesir partar taka saman um tað, ið næmingarnir
áður hava arbeitt við, so til ber at fylgja við, um
næmingarnir minnast til tað, sum teir hava lært.
Fyrisagnirnar eru gjørdar sum innskrivingar-
fyrisagnir á tvinnanda torleikastigum
. Men er
onkur næmingur, ið er førur fyri at skriva fyri-
søgnina sjálvur, ber sjálvandi til, at næmingur-
in skrivar fyrisøgnina í eitt skrivihefti. Summar
fyrisagnir eru so mikið langar, at tær verða ikki
skrivaðar í einum.Her veldst umhvønneinstakan
lærara, um hann skrivar fyrisøgnina í tveimum,
ella um hann heldur loypur okkurt um.
Gjørt
verður vart við, at fyrisagnirnar, so sum tær
eru ætlaðar at skriva á teimum báðum torleik-
astigunum, eru lagdar hjá í hesari útgávuni.
 Fyrireikandi uppgávur eru til allar fyrisagnir.
Her eigur at verða lagdur stórur dentur á, at
næmingarnir stava orðini rætt í sjálvari fyri-
reikingini.
 EG SKRIVI umfatar ta mállæru og rættskriv-
ing, sum eftir leiðbeinandi lesiætlan krevst til
miðdeild fólkaskúlans.
 Heftini eru býtt sundur í partar, ið hava somu
heiti sum partarnir í teimum trimum
Kom og
skriva
bókunum. Hava næmingarnir arbeitt
við hesum mállæruheftum, sum nú verða givin
út, kunnu lærari og næmingar vera vísir í, at
næmingarnir t.d. hava lært at finna umsøgn og
grundlið, áðrenn teir verða bidnir um tað í
Kom
og skriva
- bókunum.
 Lat meg leggja dent á, so at eingin misskiljing
skal vera, at tað ber væl til hjá øllum næmingum
at arbeiða við EG SKRIVI-heftunum, sama um
teir brúka oman fyri nevndu bókarøðina ella
ikki.
 Hóskandi er, at 1 – 2 undirvísingartímar verða
nýttir um vikuna, alt eftir hvussu langir partarnir
eru, og um fyrisøgn ella aftursøgn er við í
partinum. Til ber eisini at lata næmingarnar
fyrireika fyrisøgnina heima við hús.
 Tær stuttligu uppgávurnar – so sum krossorð,
orðagátur, villiniborgir og uppgávur at finna
villur – eru eykauppgávur. Nakrar eru beinleiðis
knýttar at mállæruni, arbeitt verður við, aðrar
ikki. Til ber tí at siga, at um næmingarnir ikki
hava tíð at arbeiða við hesum uppgávum í
skúlanum, kunnu teir gera tær lidnar heima við
hús. Tó haldi eg, at næmingarnir eiga at sleppa at
loysa hesar uppgávur í skúlanum eisini, kanska
serliga tí, at hesar uppgávurnar eru øðrvísi enn
hinar.
 Í hesum heftinum eru nakrar síður við
eyka-
uppgávum.
Ætlanin við hesum síðum er, at
næmingar, ið arbeiða skjótt, kunnu halda á at
arbeiða á eykasíðunum, tá ið teir eru lidnir við
tað, teir skulu gera. Soleiðis slepst kanska undan,
at skjótir næmingar sita og bíða eftir hinum.
Eykauppgávurnar aftast í bókini eru sostatt ikki
ætlaðar øllum næmingunum.
 Í innihaldsyvirlitinum ber til at síggja, hvørj-
ummállæruevni arbeitt verður við í hvørjumein-
støkum parti.
Vegleiðing
er skrivað í hvørjum heftinum sær
Formæli
I,II,1,2-3,4-5 8-9,10-11,12-13,14-15,16-17,18-19,20-21,22-23,24-25,26-27,...92
Powered by FlippingBook