Eg skrivi 9 - page 14-15

14
15
Størstur er kærleikin
Frágreiðing:
Øll røða, bæði munnlig og skrivlig, verður borin fram í setningum. Ein setningur er hugsan okkara, borin
fram í orðum.
Tað er ikki nóg mikið at benda orðini rætt, tey mugu eisini bindast saman soleiðis, at tey sita væl og geva
góða og greiða meining!
Høvuðs- og eykasetningar:
Setningur, ið einsamallur gevur fulla meining, nevna vit
høvuðssetning
,
og hann kann standa einsamallur!
Dømi:
Hanna vaskaði upp
Setningur, sum er bundin at øðrum setningi fyri at geva betri frágreiðing, nevna vit
eykasetning
, men hann
kann
ikki
standa einsamallur!
Dømi:
tá ið eg kom inn
Vit býta høvuðssetningarnar sundur í 4 sløg:
1) søgusetningur:
hon vaskar
2) spurnarsetningur:
hvør vaskar?
3) hugssetningur:
lat hana heldur vaska!
4) boðssetningur:
vaska nú – vaskið nú!
Vit hava eisini 4 sløg av eykasetningum:
1) sagnareykasetningar:
byrja við
at
- eg sá,
at
hon kom
2) spurnareykasetningar:
byrja við
hvat, hvar, hvør, hví
3) afturbeindir eykasetningar:
byrja við
ella
sum
4) sambindingar eykasetningar:
siga nakað um
tíðina, staðið, orsøkina, ætlanina
ella
fylgjuna
.
a) tíðareykasetningar:
byrja við
tá ið
,
,
nú ið
,
higar ið
,
meðan
,
áðrenn
,
sum
,
um
,
fyrr enn
á) staðareykasetningar:
byrja við
har
,
har sum
,
her ið
,
her sum
b) orsakareykasetningar:
byrja við
at
,
,
tí at
,
av tí at
,
vegna tess
d) ætlanareykasetningar:
byrja við
at
,
so at
,
til tess
,
fyri at
e) fylgjueykasetningar:
byrja við
at
,
so at
,
so
,
tað at
Vit spyrja
nær
fyri at finna tíðareykasetning,
hvar
fyri at finna staðareykasetning,
hví
fyri at finna
orsakar- og ætlanareykasetning og
hvussu
fyri at finna fylgjueykasetning!
Brot úr bókini
Regin og Sára
eftir Heina Hestoy
Regin og Sára sótu uppi á kamarinum, tá ið telefonin ringdi. Hann fór niður og tók hana.
Tað var Anna. Hon ljóðaði so undarlig, var so lágmælt, at hon næstan ikki hoyrdist.
Er mamma tín inni? spurdi hon.
Nei, hon kemur um ein tíma. Her eru bara Sára og eg. Hvat sigur tú?
Anna fekk næstan ikki orðið upp, tí hon var so illa við. Hon ynskti seg langt burtur, men her var
einki at gera. Tað skuldi sigast. Henni hevði dámt betur at sagt tað við mammu Regin fyrst, men nú
var bara at fáa tað fram.
Við skelvandi rødd segði hon frá øllum, sum var farið fram.
Tú mást ikki vera illur, endaði hon við gráturødd,
men satt at siga helt eg ongantíð, at tú hevði
gjørt tað; alt gekk so skjótt. Vit lupu kanska framav. Kanst tú ikki koma út til mín, so kunnu vit tosa
um tað?
Set reyða striku undir høvuðssetningarnar og grøna striku undir eykasetningarnar.
Frágreiðing:
Ivast tú, ber í flestu førum til at seta
ikki
inn í setningin. Stendur tað aftan fyri umsøgnina,
er setningurin høvuðssetningur, men stendur tað framman fyri umsøgnina, er setningurin
eykasetningur.
Dømi: Hanna vaskaði upp, tá ið telefonin ringdi
x o x o
Hanna vaskaði
ikki
upp,
(høvuðssetningur)
x o
tá ið telefonin
ikki
ringdi
(eykasetningur)
x o
Hygg eftir setningunum, tú strikaði undir við grønum, tað er: eykasetningunum! – Hvørjum orði
byrja teir við? Skriva orðini á regluna:
I,II,1,2-3,4-5,6-7,8-9,10-11,12-13 16-17,18-19,20-21,22-23,24-25,26-27,28-29,30-31,32-33,34-35,...92
Powered by FlippingBook