35
Skriva høvuðssetningin úr talvuni her:
Skriva eykasetningarnar her:
Hvat slag av eykasetningi eru hesir báðir eykasetningarnir?
1.
2.
Set grøna striku undir høvuðssetningarnar og reyða striku undir eykasetningarnar!
Ása var ov sein í skúla, tí hon hevði gloymt at seta vekjaraklokkuna at ringja. Hon setti seg niður
og tók bókina fram. Lærarin spurdi hana, hví hon var ov sein. Ása segði, at hon hevði gloymt at
seta klokkuna at ringja. Ása var kedd av, at hon kom ov seint í skúla. Hon var eisini illa fyri, tí
hon ikki hevði etið morgunmat. Tá ið skúladagurin var av, fór Ása til hús at leggja seg. Hon læsti
kamarsdyrnar, so eingin skuldi órógva hana. Hon sløkti eisini fartelefonina, tí hon visti, at besta
vinkona hennara altíð plagdi at ringja til hennara aftan á skúlatíð.
Set bláa striku undir sambindingarorðini í brotinum omanfyri!
Set skyldskaparorðið í klombrum rætt inn á tómu regluna!
mín spælir ofta við Ásu (systir).
Ásu er eitt ár eldri enn mín, men tær vita altíð okkurt at práta um (systir).
Ásu spælir eisini onkuntíð við yngra (bróðir) mín, men
teir klandrast ofta. mín býr í Havn (mostir) og mín í
Klaksvík (fastir). Eg plagi at vitja (mostir) í summarfrítíðini og
(fastir) í heystfrítíðini. (dóttir)
mína (mostir) er javngomul við meg, so vit plaga at fylgjast.
Fyrisøgn!
Eg eri nú næstan liðug við søguna. Kanska fari eg at lesa hana upp í
1
skúlanum, men eg veit ikki, um eg tori, tí eg vænti, at hini fara at
2
flenna.
3
Eg havi skrivað eina rættiliga kærleikssøgu og roynt at lýst kenslur-
4
nar gjølla.
5
Gentan í søguni grætur tí drongurin ið hon hevur hug á er góður
6
við eina aðra. Hon er øvundsjúk inn á hina gentuna og ger ymiskt
7
sum hon seinni angrar. Drongurin er í eini ringari støðu tí honum 8
dámar báðar genturnar og vil ikki gera aðra kedda.
9
Eg veit ikki heilt hvussu endin á søguni skal vera men eg vil hava
10
at endin skal vera góður. Eg havi lisið nakrar kærleikssøgur og mær
11
dámar best søgur sum enda væl.
12
Eg havi eisini teknað nakrar myndir til søguna. Eg havi ikki litað
13
tær enn, men tað fari eg at gera. Eg havi prentað søguna út og lagt
14
hana í skriviheftið. Hóast eg ikki eri liðug enn, so ætli eg mær at
15
vísa læraranum hana. Kanska hann kann hjálpa mær at bøta um tað,
16
ið eg havi skrivað.
17
Verður søgan heilt góð, fari eg kanska at senda hana til Barnablaðið,
18
men eg vil ikki hava, at navnið á mær skal standa undir søguni.
19
Finn umsøgn, grundlið og set komma í fyrisøgnina frá reglu 6 – 12!
Set grøna striku undir høvuðssetningarnar og reyða striku undir eykasetningarnar í sama broti!
Finn sagnorð í fyrisøgnini, sum standa í 1. persóni nútíð. Tey standa á 1., 1., 2., 2., 2., 4., 10. og 15.
reglu!
34