Eg skrivi 9 - page 44-45

45
Skriva her:
messur og søkur:
stevnur:
høgtíðir og halgidagar:
merkisdagar:
Hygg í ein kalendara og vita, nær hesir dagar eru, og hvønn dag í viku, hesir dagarnir eru í ár!
dato
dagur
jólaaftan:
ólavsøka:
kyndilsmessa:
grækarismessa:
tollaksmessudagur:
flaggdagur:
dýrabiðidagur:
páskadagur:
hvítusunnudagur:
Dagar og mánaðir verða skrivaðir við lítlum!
Bløð
Aftursøgn
Bløð ella dagbløð eru tíðindabløð, sum siga frá tí, sum er í samfelagnum. Summstaðni í verðini
koma bløðini út hvønn einasta dag, aðrastaðni koma tey út eina ferð ella nakrar ferðir um vikuna.
Tað merkir, at tað eru fólk, sum dag og nátt arbeiða, so at vit fáa lisið um alt tað nýggjasta, næstan
beint sum tað hevur verið! Ofta eru tað politiskir flokkar, sum reka bløðini. Soleiðis fáa teir sett
fram síni sjónarmið júst so, sum teir vilja hava tey at ljóða. Men bløð kunnu eisini vera óheft og
lata øll sjónarmið koma framat. Nú á døgum eru bløðini vanliga politiskt óheft.
Í bløðunum ber til at lesa um politikk, búskap, ítrótt, móta og mangt, mangt annað.
Fyrsta føroyska blaðið var Færingetidende, sum kom út fyrstu ferð 13. mai 1852. Bara níggju
ferðir kom blaðið út. 8. desember 1877 kom Dimmalætting út fyrstu ferð. Hesi bløðini vórðu øll
skrivað á donskum máli. Í januar mánaði 1890 komu Føringatíðindi. Tey vóru fyrsta blað, sum
varð skrivað á føroyskum máli.
Síðan ta tíð eru mong bløð komin afturat.
Set striku undir lyklaorðini í aftursøgnini. Tó í mesta lagi 15!
Skriva tey her:
Les aftursøgnina aftur, ella lærarin lesur hana fyri øllum flokkinum!
Skriva aftursøgnina, so sum tú minnist hana. Tú kanst nýta lyklaorðini til hjálpar at minna teg á
tekstin, men tú skalt ikki hyggja í sjálvan tekstin!
44
I...,24-25,26-27,28-29,30-31,32-33,34-35,36-37,38-39,40-41,42-43 46-47,48-49,50-51,52-53,54-55,56-57,58-59,60-61,62-63,64-65,...92
Powered by FlippingBook