59
58
Hvat stendur í einum blaði?
Frágreiðing:
Vit seta ymisk tekn í skrivaðan tekst, so at hann verður lættari at skilja. Yvirskriftin
„
Hvat stendur í
einum blaði?
“
er ein spurningur. So at øll skilja tað, seta vit eitt spurnartekn aftan fyri tekstin.
Vanligastu teknini eru hesi:
punktum komma kolon gásareygu spurnartekn rópitekin
Rópitekn
verður sett eftir boðs- ella ynskissetningar!
Dømi: Gott vikuskifti!
Lat hurðina aftur!
Kolon
verður sett framman fyri beinleiðis ella hugsaða talu, og
gásareygu
verða sett um tað, sum
sagt verður!
Dømi: Hann segði:
„
Eg komi í morgin.
“
Eg hugsaði við mær sjálvari:
„
Nú er spælið tapt.
“
Set 8 punktum í tekstin. Finn so umsøgn og grundlið og set komma!
Silja og Tóki vóru í biograf mánakvøldið tey sóu ein kærleiksfilm sum júst er komin til landið
filmurin er spildurnýggjur tey vóru til frumframsýningina øll atgongumerkini vóru seld men tey
bæði sluppu inn ókeypis tí at tey skuldu ummæla filmin
Silja og Tóki eru samd um at filmurin var góður Silja var fleiri ferðir um at fara at gráta men Tóki
sigur at hann ikki hevur felt eitt einasta tárið
nú skulu tey bæði ummæla filmin og tað halda tey vera eitt sindur torført tey ætla at byrja við at
siga eitt sindur um hvat filmurin snýr seg um og síðan fara tey at siga sína meining um tað ið tey
halda vera gott og vánaligt við filminum.
Set orðini framman fyri punktum í talvuna í somu raðfylgju sum í tekstinum!
2
3
8
1
4
5
7
6
Set bókstavirnar í gráu puntunum rætt saman:
Skriva fyrsta orðið eftir komma í talvuna, – set x við, um setningurin er høvuðssetningur ella
eykasetningur og skriva, hvat slag av eykasetningi talan er um í eykasetningunum!
fyrsta orðið í
setninginum
høvuðssetn-
ingur
eykasetn-
ingur
slag av eykasetningi
sum
x
afturbeindur