Ger 6 setningar, sum byrja við spurnarfornavni!
Frágreiðing!
Vit nýta eisini spurnarhjáorðini, tá ið vit spyrja um okkurt! Spurnarhjáorðini eru t.d.
hvar, hví,
hvussu og nær
!
Silja og Tóki skulu gera eina samrøðu við tvey 14 ára gomul børn í Havn, – eina gentu og ein
drong. Tey skulu fáa at vita, hvat ungfólk í Havn takast við eftir skúlatíð.
Tú fært 10 minuttir til hesa uppgávuna!
Hjálp Silju og Tóka at fyrireika samrøðuna. Hvørjar spurningar skulu tey seta børnunum. Skriva í
minsta lagi 12 spurningar!
Minst til at seta spurnartekn eftir spurningin!
66
Silja og Tóki spyrja teg somu spurningar. Svara teimum!
Í hesari uppgávuni er svarið skrivað. Skriva tú spurningin!
spurningur
svar
Tí eg ikki orkaði upp.
24. desember.
Til Onglands.
Eg dugi ikki at syngja.
Hálvgum átta.
Nei, eg fari at venja.
Føroyskt.
Blaðfólk.
Svimji og spæli blokkfloytu.
Mikudagur.
Eg eri størri.
Í morgin.
15 tær bestu.
Tí eg var og svam.
67