Eg skrivi 9 - page 74-75

74
75
Tykkara blað
Frágreiðing:
Ognarfornøvnini
siga frá onkrum, ið eigur okkurt.
Tykkara
er eitt ognarfornavn. Í yvirskriftini
sigur orðið
tykkara
okkum, hvør eigur blaðið!
Ognarfornøvnini eru:
mín tygara tess tykkara
tín hansara okkara teirra
sín hennara vár
Dømi: Hetta er taska
hennara
.
Tað er
mín
avgerð.
Mín bendist soleiðis:
kallkyn
kvennkyn
hvørkikyn
eintal
hvørfall
mín
mín
mítt
hvønnfall
mín
mína
mítt
hvørjumfall
mínum
mínari/míni
mínum
hvørsfall
míns
mínar
míns
fleirtal
hvørfall
mínir
mínar
míni
hvønnfall
mínar
mínar
míni
hvørjumfall
mínum
mínum
mínum
hvørsfall
mína
mína
mína
Tín
og
sín
bendast sum mín!
Tygara, hennara, tess, okkara, tykkara og teirra bendast ikki!
Frágreiðing:
Afturbeindu
fornøvnini eru hesi:
og
sum
.
Tey vísa aftur á eitt ella fleiri orð, sum eru nevnd frammanundan.
Dømi: Drongurin, ið spældi bólt, var úr Havn.
Filmurin, sum Silja og Tóki sóu, var spennandi.
Tú skalt skriva eina grein um ítriv í Havn. – Tú skalt nýta eina av myndunum til greinina!
Tú fært 3 minuttir – Ger hugarok!
Tú fært 5 minuttir!
Hvat ætlar tú tær at hava við í greinina? – Ger tankakort og skipa tey!
Tú fært 15 minuttir – Skriva greinina! Ger eisini yvirskrift!
I...,54-55,56-57,58-59,60-61,62-63,64-65,66-67,68-69,70-71,72-73 76-77,78-79,80-81,82-83,84-85,86-87,88-89,90-91,92
Powered by FlippingBook