90
91
fagurbókmentir. Á bls. 54 er ein uppgáva at
finna fjaldar yrkisbókmentir. Bøkurnar eru:
Álmanakkin, Flaggsøgan, Flytifuglar, Fróð-
skaparrit, Føroysk barnaspøl, Góðaráð,
Heilsukostur, Heimsatlas, Litflora, Manna-
kroppurin, Mondul, Orðafar, Stríðsárini og
Telefonbókin.
Síða 55
–
57
Á bls. 55 er ein fyrisøgn. Næmingarnir lesa
fyrisøgnina sjálvir ella saman og arbeiða
við uppgávunum, ið hoyra til á bls. 55 og 56.
Krossorðagátan á bls. 57 kann nýtast sum eyka
uppgáva til teir næmingar, ið skjótt verða lidnir
við fyrireikingaruppgávurnar. Fyrisøgnin er
so mikið long, at hon kann verða skrivað í
tveimum. Lærarin velur, um hann lesur komma
ella letur næmingarnar sjálvar seta komma í allan
tekstin ella partar av honum.
Síða 58
–
61
Prátað verður um týdningin av at seta tekn í tekst.
Lærarin kann geva næmingunum ein langan
tekst uttan tekn fyri at vísa teimum á, hvussu
torført tað er at lesa ein tílíkan tekst. Prátað
verður um, hvørji tekn eru, og nær tey verða
brúkt. Í tekstinum á bls. 58 skulu næmingarnir
seta punktum, finna umsøgn og grundlið og seta
komma. Hetta eiga teir nú at klára uttan serliga
hjálp.
Í uppgávuni mitt á bls. 59 skulu teir skriva,
um setningarnir frammanfyri eru høvuðs- ella
eykasetningar, umframt at teir eisini skulu vísa
á, hvat slag av eykasetningi, talan er um. Hetta
kann vera torført hjá næmingunum, og onkur
skal helst hava hjálp til hesa uppgávuna. Til ber
at arbeiða við uppgávuni í felag, ella at seta teir
næmingar saman, ið ikki klára uppgávuna, og
lata hesar gera uppgávuna saman við læraranum.
Til ber eisini at biðja næmingarnar hyggja á
bls. 14 – 18, har teir áður hava arbeitt við setn-
ingum.
Síða 62
–
64
Lærari og næmingar práta um samskiftis-
møguleikar fyrr og nú. Síðani verða uppgávurnar
loystar. Til ber at lata næmingar arbeiða einsa-
mallar, tveir og tveir ella í bólkum.
Síða 65
–
68
Arbeitt verður við spurnarfornøvnunum hvør og
hvat. Orðini verða bend, og næmingarnir skulu
arbeiða við nøkrum uppgávum, sum snúgva
seg um spurnarfornøvnini. Síðani verður víst
á spurnarhjáorðini, og næmingarnir fyrireika
nakrar spurningar, har spurnarhjáorðini verða
nýtt.
Síða 69
–
71
Næmingarnir lesa fyrisøgnina á bls. 69 sjálvir
ella saman. Áðrenn fyrisøgnin verður
skrivað, arbeiða næmingarnir við fyrireiking-
aruppgávunum á bls. 69 – 71.
Fyrisøgnin er á tveimum torleikastigum.
Lærarin kann lesa komma ella lata næmingarnar
seta komma í allan tekstin ella partar av honum.
Síða 72
–
74
Flokkurin prátar saman um myndirnar á bls. 72.
Næmingarnir finna síðani navnorð á myndunum
og skriva tað, sum verður gjørt á myndini
(sagnorðini). Síðani skulu teir lýsa persónar
á myndunum (lýsingarorð) og skriva, hvar
persónarnir eru staddir (fyrisetingarliður).
Síða 75
–
77
Á bls. 75 og 76 verður arbeitt við fornøvnum,
ognar- og afturbeindum fornøvnum. Lærarin
og næmingar kunnu eisini taka aftur í aftur
persónsfornøvnini og ávísingarfornøvnini, sum
næmingarnir hava arbeitt við frammanfyri í
bókini.
Ábls. 76er ein fyrisøgn, sumnæmingarnir lesa
sjálvir ella saman, áðrenn hon verður skrivað.
Síða 78
–
81
Í skríninum verður tikið saman um tað, sum
næmingarnir hava arbeitt við í bókini, og tí eiga
teir at kunna arbeiða við hesum uppgávunum
sjálvstøðugt.
vera torført hjá næmingum at minnast. Tí ber
til at vísa teimum, at teir kunnu seta eitt bundið
kallkynsorð inn í staðin fyri hvørkikynsorðið,
t.d. báturin, og blívur hetta til báturin (hvørfall
eintal) ella bátin (hvønnfall eintal), so endar
hvørkikynsorðið við ið ella ð. Tað hevur týdning,
at næmingarnir skilja, at eitt bundið navnorð bara
kann setast inn fyri eitt annað navnorð, og at bara
bundnu hvørkikynsorðini enda við ið ella ð.
Á bls. 26 er ein innsetingaruppgáva, har næm-
ingarnir kunnu seta i, ð ella ið inn við at seta eitt
bundið kallkynsorð inn í staðin.
Í uppgávuni niðast á bls. 26 og ovast á bls.
27 skulu næmingarnir arbeiða við lýsingar-
orðunum, teir funnu á bls. 24, og í uppgávuni mitt
á bls. 27 skulu teir benda fýra sagnorð úr somu
uppgávu.
Síða 28
–
31
Næmingarnir lesa fyrisøgnina á bls. 28, ella
flokkurinlesurhanasaman.Næmingarnirarbeiða
við fyrireikingaruppgávunum til fyrisøgnina á
bls. 28 – 31, áðrenn teir skriva fyrisøgnina, sum
er gjørd á tveimum torleikastigum. Lærarin kann
lesa komma ella lata næmingarnar sjálvar seta
komma. Tað ber eisini til at siga nøkur komma
og lata næmingarnar sjálvar seta hini.
Síða 32
–
37
Skrínið tekur saman um tað, sum flokkurin
hevur arbeitt við frammanundan í bókini. Tí
eiga næmingarnir at kunna arbeiða í skríninum
sjálvstøðugt. Á bls. 35 er ein fyrisøgn, sum
verður skrivað, tá ið næmingarnir hava arbeitt
við fyrireikingaruppgávunum. Fyrisøgnin er
á tveimum torleikastigum. Lærarin kann lesa
komma ella lata næmingarnar sjálvar seta
komma í alla fyrisøgnina ella partar av henni.
Síða 38
–
44
Næmingarnir finna orð í villiniborgini hjá Høgna
og Silju, sum er myndað sum tvær ballónir.
Næmingarnir skriva síðani navnorðini, ið vóru
á rætta vegnum í ballónini hjá Høgna og tey, ið
vóru í ballóni hjá Silju, undir navnorð og seta
lýsingarorð, ið eisini vóru á vegnum saman við
navnorðunum. Á bls. 39 og 40 verður arbeitt við
orðunum úr ballónunum.
Á bls. 43 skulu næmingarnir finna fjaldar
merkisdagar og býta teir í messur og søkur,
stevnur, høgtíðir og halgidagar og merkisdagar.
Til ber at práta við næmingarnar um ymiskar
merkisdagar, áðrenn uppgávan verður loyst.
Síða 45
–
46
Á bls. 45 er ein aftursøgn. Lærarin lesur aftur-
søgnina fyri næmingunum, ella næmingarnir
lesa hana sjálvir. Lærari og næmingar práta um
aftursøgnina, hvat hon snýr seg um og hvat, ið
er av serligum týdningi, tá ið tú skalt endurgeva
innihaldið.
Næmingar og lærari kunnu skriva lyklaorðini
í felag, men til ber eisini at lata hvønn næmingin
skriva síni lyklaorð.
Næmingarnir skriva aftursøgnina, soleiðis
sum teir minnast hana. Teir skulu ikki hyggja í
tekstin, men nýta síni egnu orð.
Loysunarorðið á bls. 46 er Dimmalætting.
Síða 47
–
51
Á bls. 47 er ein fyrisøgn, sum næmingarnir lesa
sjálvir ella í felag. Uppgávurnar, sum hoyra til
fyrisøgnina verða gjørdar, áðrenn fyrisøgnin
verður skrivað. Fyrisøgnin er á tveimum
torleikastigum, og lærarin kann avgera, um hann
lesur komma ella ikki.
Á bls. 49 – 51 verður arbeitt við fornøvnu-
num, persóns- ogávísingarfornøvnum.Teyverða
bend og innsetingaruppgávur eru bæði til per-
sónsfornøvnini og ávísingarfornøvnini. Dentur
eigur at verða lagdur á at vísa næmingunum á, at
ávísingarfornavnið í kvennkyni hvønnfalli eitur
ta, men ikki verður skrivað við ð. Tí hevur ta
einki ð, tá tað er knýtt at kvennkynsorði.
Síða 52
–
54
Í hesum partinum verður arbeitt eitt sindur við
yrkisbókmentum og fagurbókmentum. Lærari
og næmingar práta um hetta, og næmingarnir
býta bøkurnar á bls. 52 í yrkisbókmentir og