50
ikki møtt ______________ fyrr, men mamma kennir Jóhonnu. _______ heldur ________ vera
fitta. ______ vóni ikki, at _______ eru ov strong, so ______ ikki sleppa út, tí ______ vil so fegin
sleppa oman í býin ein túr. ______ vænti, at ______ fara í biograf og kanska út at eta.
Persónsfornøvn í eintali ávirka, hvussu sagnorðini verða bend!
Dømi:
eg skrivi
tú skrivar
hann skrivar
eg fari
tú fert
hon fer
Bend hesi sagnorð í 1., 2. og 3. persóni í nútíð:
vita gera duga bera
1. persónur
2. persónur
3. persónur
eg veit
tú veitst
hann veit
Frágreiðing:
Ávísingarfornøvn verða nýtt, tá ið víst verður á okkurt!
Ávísingarfornøvnini eru:
tann hin hesin hasin
Tann bendist soleiðis:
kallkyn
kvennkyn
hvørkikyn
eintal
hvørfall
tann
tann
tað
hvønnfall
tann
ta
tað
hvørjumfall
tí
teirri/tí
tí
hvørsfall
tess
teirrar
tess
fleirtal
hvørfall
teir
tær
tey
hvønnfall
teir
tær
tey
hvørjumfall
teimum
teimum
teimum
hvørsfall
teirra
teirra
teirra
Frágreiðing:
Tað
endar næstan altíð við
-ð
, uttan tá tað er eitt ávísingarfornavn í kvennkyni hvønnfalli, t.e. tá tað
knýtir seg at einum kvennkynsorði – Hygg í talvuna!
Dømi: Eg sá
ta
gomlu
konuna.
Eg kom til
ta
lítlu
bygdina
.
Set
tað
ella
ta
á tær tómu reglurnar!
_________ regnar. ________ hevur regnað í allan dag. Eg vóni, at _______ skjótt fer at slíta í.
Eg tók ______ bláa regnskjólið við mær út. Mamma bað meg fara í _______ bláu skjúrtuna, men
eg tímdi ikki í hana. Eg fór heldur í _______ grønu blusuna. ______ er gott at hava nógv klæði at
velja í. Í gjár sá eg ______ fittu gentuna, sum eg havi so góðan hug á. Hon hevur ______ vakrasta
hárið, eg nakrantíð havi sæð. ______ er reydligt og purlut. _______ er ikki so løgið, at allir
dreingirnir fjeppast uppi í henni.
Eg tók _______ svørtu taskuna við mær í skúla. Í henni havi eg ______ svarta penalarhúsið. Eg
legði eisini nakrar góðar fløgur í taskuna, m.a. ________ nýggjastu fløguna hjá mínum yndisbólki.
______ fer helst at verða væl dámt av mínum floksfeløgum.
So fari eg kanska at royna at lokka _____ fittu gentuna inn í okkara flokshøli í fríkorterinum, so
hon eisini kann sleppa at hoyra ______ góðu fløguna.
Hvørjum falli stendur tað undirstrikaða fornavni í!
Eg sá gentuna koma.
Eg spurdi hana, um hon kom inn í okkara stovu.
Hon segði ja.
Eg setti meg niður.
Hon setti seg hjá mær.
Eg hugdi upp á ta vøkru gentuna.
Hon hugdi eisini upp á meg og smíltist.
Tað kendist frálíkt at sita undir liðini á henni.
51