110
SKRIFTSTØD
-
Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara,
so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.
Matt 6,33
Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum,
eitt ljós á gøtu míni.
Sálm 119,105
Hjá monnum er hetta ógjørligt,
men hjá Guði er alt gjørligt.
Matt 19,26
Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín hin einborna,
til tess at ein og hvør, sum trýr á
hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Jóh 3,16
Eg eri víntræið, tit eru greinarnar;
tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan
ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.
Jóh 15,5
Eg eri uppreisnin og lívið,
tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr;
Jóh 11,25
Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki,
tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til.
Mark 10,14
Heit so á meg á neyðar degi,
eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!
Sálm 50,15
Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð
og varðveita tað.
Luk 11,28
Sí, Guðs lambið,
sum ber synd heimsins!
Jóh 1,29
Tí at løn syndarinnar er deyði,
men náðigáva Guðs er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.
Róm 6,23
Harrin er hirði mín,
ongan sakn eg kenni.
Sálm 23,1
Gerið hesi skriftstøð liðug:
SVAR - Kap. 2 - Kristnu skriftirnar