Kristni 7 - Lærarabók - page 100

100
Halgisøgur
Halgisøgur finna vit í flestu átrúnaðum. Høvuðspersónarnir eru menniskju,
sum liva undir somu korum, sum tey, ið halgisøgan er skrivað til. Tó eru
hendingarnar og teir eginleikar, sum persónarnir hava, ikki tengdir at ávísari
tíð. Halgisøgurnar skulu læra okkum okkurt um okkum sjálv, sum vit kanska
vita, men ikki altíð viðurkenna.
Tað var ikki ókent í miðøld at siga halgisøgur, sum við sínum innihaldi vístu
fólki, hvussu rættur og góður atburður skuldi vera. Søgurnar eru um halgi-
menni, sum tolin fara gjøgnum ónt og gott, uttan at gremja seg.
Halgisøgurnar hjá Selmu Lagerlöf eru átøkar ævintýrum. Tær eru íspunnar, men
hava sín uppruna í Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti. Í halgisøgunum
hava djór menniskjaligar eginleikar og kunnu samtala. Tað góða og tað ónda
stríðast um valdið á menniskjum, men í halgisøgum hjá Selmu Lagerlöf vísir
hon á, at vit saktans kunnu rúma bæði óndskapi og góðsku í senn.
Helsareyði
Fyri Selmu Lagerlöf er týdningarmikið at vísa á, at tá vit vísa kærleika og
miskunnsemi, fáa vit Guds dýrd at kenna.
Í søguni um helsareyða stendur, at tá helsareyði tók eina torn úr tornakrúnu
frelsarans, fell ein blóðsdropi á háls hansara og gjørdi, at bæði hann og øll
hansara allar dagar eru fagurt reyð um hálsin, reyðari enn rósur.
Flýggjanin til Egyptalands
Í søguni Flýggjanin til Egyptalands er tað ein dadlupálmi, sum stendur í
oyðimørkini á teirri leið, sum Jósef, Maria og Jesusbarnið flýggja undan
Heródesi kongi, sum ætlaði at drepa nýfødda kongabarnið.
Tað var Drotningin av Saba, sum hevði lagt ein dadlustein í jørðina, tá hon var
á veg heim aftur til land sítt, og Sálomon kongur fylgdi henni á leið. Drotningin
segði, at úr hesum dadlusteini skuldi vaksa ein pálmi. Hann skuldi vaksa og
liva, til ein jødakongur, mætari enn Sálomon, var føddur, og tár hennara vættu
dadlusteinin.
Tann dagin, tann lítli Jesus beyð pálmanum at boyggja seg, so hann rakk upp
til dadlurnar og tók av teimum, følnaði pálmin. Næstu ferð eitt ferðafólkafylgi
kom framvið undraðist eitt av ferðafólkunum á, hví pálmin var deyður. Hann
skuldi ikki doyggja, fyrr enn hann hevði sæð ein mætari kong enn Sálomon.
Tá svaraði eitt annað ferðafólk:
Kann vera, at hann hevur sæð hann.
1...,90,91,92,93,94,95,96,97,98,99 101,102,103,104,105,106,107,108,109,110,...120
Powered by FlippingBook