Kristni 7 - Lærarabók - page 92

92
Sunnimuslimar og shiamuslimar
Umleið 85% av øllum muslimum í heiminum siga seg vera sunnimuslimar
og15% siga seg vera shiamuslimar.
Sunnimuslimar eru teir, sum leggja størstan dent á at liva, sum Muhammed
profetur livdi og at fylgja teimum vegleiðingum, hann kom við. Tað vil siga, at
Koranin fyrst og fremst er grundarlagið. Í teimum viðurskiftum, har Koranin
ikki er heilt greið, verður leitað til hadith, sum greiðir frá, hvat profeturin
Muhammed segði ella gjørdi. Eisini hvat hann góðtók, at onnur gjørdu. Hadith
er ein stutt vegleiðing um eitthvørt.
Shiamuslimar halda seg harafturímóti til eftirkomarar Muhammeds.
Muhammed skal hava sagt, at hann gav sínum eftirkomarum tvey dýrabar
ting, Koranina og familju sína. Bert eftirkomarar, ið eru mannfólk, imamar,
koma upp á tal, og bert eftirkomarar eftir Ali, systkinabarn og dótturmann
Muhammeds, eru at rokna sum rættir imamar.
Shiamuslimar hava við tíðini greinað seg sundur, tí semja ikki hevur verið um
imamraðfylgjuna.
Tað var eftir deyða Muhammeds, at islam fór í áðurnevndu tvíningar. Tá
Muhammed var deyður, tók stríð seg upp, hvør var rætti eftirmaður hansara,
kaliffur, at stjórna muslimska trúarsamfelagnum.
Shiamuslimar kravdu at fáa Ali sum ovasta leiðara, meðan sunnimuslimar
kravdu, at kaliffurin skuldi veljast, sum var gomul arábisk siðvenja. Sunni­
muslimar vunnu, og fyrstu tríggir kaliffarnir vórðu valdir millum serliga
trúfastar viðhaldsmenn hjá Muhammed. Teir vórðu ikki valdir úr familjuni.
Sum tann fjórði var tó Ali valdur. Hann var oddamaður í 5 ár. Tá hann doyði í
árinum 661 tók eitt langt og drúgt stríð seg upp millum hesar báðar bólkar um
maktina í islamiska heiminum, og enn eru ósemjur teirra millum.
Mekka
Á døgum Muhammeds var Mekka miðdepil fyri karavanuhandli í økinum
millum Miðjarðarhavið og Indiahavið. Samstundis ansaði fólkið í Mekka
væl eftir Kabaini, meginhalgidóminum í øllum arábiska heiminum, sum var
eitt terningaskapað tempul, helst úr viði. Runt um hetta tempul og inni í
templinum høvdu ymiskir átrúnaðir úr ymsum londum sett upp eina ørgynnu
av gudamyndum og guddómligum standmyndum. Tískil var Mekka eisini
átrúnaðarligur miðdepil.
Tá Muhammed í árinum 630 tók Mekka, ruddaði hann allar gudamyndir og
gudastandmyndir burtur. Nýggi gudurin var Allah, og hann var ein. Hann kann
ikki avmyndast ella gerast sum standmynd. Kabain gjørdist nú átrúnaðarligur
miðdepil hjá muslimum og er hon tað enn. Móti hesum miðdepli er tað, at
allir heimsins muslimar venda sær, tá teir biðja, og flestu moskur í heiminum
hava eitt merki, mihrab, sum vísir kósina móti Kabaini.
1...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...120
Powered by FlippingBook