95
Kap. 13 - Islam og Muhammed
Shiamuslimar halda, at muslimskir leiðarar eiga at vera eftirkomarar eftir
Muhammed, Fatimu og Ali.
Myndabókin “Hond Faimu” eftir Niels Hartmann og Palle Bregnhøj er ein
muslimsk halgisøga um hesa somu Fatimu. Føroya Skúlabókagrunnur gav út
í 1989. Aftast í bókini eru upplýsingar um Marokko, islam, koranskúlar og
UNICEF.
Moska
Orðið moska stavar frá arábiska orðinum masjid, sum merkir eitt stað, har
ein boyggir seg í bøn. Í eldri tíð var tað soleiðis, at staðið, har muslimar hildu
bøn, ofta bert var eitt opið pláss ella tún, har kanska tekja var yvir einum parti.
Onkuntíð eitt rúm í vanligum húsum, har pláss var at biðja.
Ta fyrstu tíðina eftir Muhammed, tá muslimar hertóku øki, vórðu bygningar,
sum bygdir vóru til annað endamál, tiknir til moskur. Eisini kristnar kirkjur.
Eitt gott dømi um tað er Umayyamoskan í Damaskus í Sýria. Hon var
frammanundan bysantisk kirkja, men eftir muslimsku hersetingina í árinum
705 gjørdist hon moska. Nú á døgum er hon ein tann kendasta moskan í
heiminum.
Við tíðini gjørdist hetta staðið eitt serstakt arkitektoniskt listaverk. Moskur
ymsastaðni í verðini eru ávirkaðar av tí byggilist, sum var har á staðnum
frammanundan. Tá vit í dag nevna orðið moska, er tað helst tær kendu við
kuplum og minaretum, vit síggja fyri okkum. Tær fyrstu moskurnar høvdu
ikki minaret. Minaretirnar komu ikki fyrr enn um ár 800 í Sýria og Irak. Orðið
minaret kemur av arábiska orðinum manara, sum merkir viti. Flestu minaretir
kallað til bøn, men summar eru bert til pynt.
Ein moska er eitt savningarstað fyri muslimar bæði til átrúnaðarliga og
samfelagsliga samveru og veitslu. Onkustaðni er moskan eisini eitt stað, har tey
læra um islam, og moskan kann eisini vera eitt skýli hjá fátækum muslimum.
Ymiskar reglur eru galdandi fyri, hvussu fólk skulu bera seg at, tá tey vitja eina
mosku. Umframt at vaska sær, skulu bæði menn og kvinnur vera passandi
ílatin. Tað merkir, at tey mugu vera í reinum klæðum, ið ikki sita ov tætt at
kroppinum, men hanga leyst um kroppin. Hárið á kvinnum skal vera fjalt.
Sjálvt um Muhammed helt, at kvinnur áttu at biðja við hús, so er teimum nú
á døgum loyvt at koma í moskuna.
Í flestu moskum kunnu ikki-muslimar vitja, men teir kunnu ikki luttaka í bøn
ella máltíð og heldur ikki at finna skjól um náttina.