Kristni 7 - Lærarabók - page 89

89
Kap. 13 - Islam og Muhammed
Fleiri muslimskir rithøvundar hava skrivað upp í søguna, so hon er vorðin
ein kærleikssøga, har Yusuf seinni sum ríkur maður hittir Zulaikha. Hon, sum
gjørdist gomul, tá hann fór í fongsul, yngist upp aftur, tá hann fevnir hana.
Jósef í Bíbliuni
Jósef í Bíbliuni er langabbasonur Ábraham. Pápin Jákup var sonur Ísak. Jákup
hevði gott eyga á Rakul, systkinabarni sínum, men varð lumpaður at gifta
seg við Leu, systur hennara. Jákup fekk fleiri børn við Leu. Hann fekk síðan
tveir synir við Rakul, Jósef og Benjamin, eins og hann fekk fleiri børn við
trælkvinnum. Rakul doyði, tá Benjamin var føddur. Sagt var, at Jákup var best
við Jósef. Tí øvundaðu hinir brøðurnir honum og tveittu hann í ein brunn.
Síðan varð hann seldur egyptiskum handilsmonnum og gjørdist tænari hjá
Potifar, sum var lívverji hjá Fárao.
Kona Potifar var forlipt í honum, og tá hann ikki vildi vita av henni, leyg hon
upp á hann, og hann endaði í fongsli. Tá hann týddi dreymar Fáraos, varð
hann latin leysur aftur og varð settur at stjórna landinum. Tá hungur herjaði,
komu brøður hansara til Egyptalands at keypa korn, og teir vórðu at enda
sameindir aftur.
Maria og Jesus í Koranini
Maria er einasta navngivna kvinna í Koranini. Her kallast hon Maryam. Jesus
eitur Isa í Koranini. Hann verður ofta nevndur í Koranini, oftast í sambandi
við Maryam. Í Koranini verður Maryam eisini við barn uttan at vera gift. Tá
fólk argaðust um tað, vardi lítli Isa móður sína, longu meðan hann lá í vøggu. Í
Koranini gjørdi Isa eisini undurverk. Hann var ein stórur profetur, men ikki so
stórur sum Muhammed, og als ikki sonur Allah. Í Koranini eigur Allah ongan
son. Hann er ein og almáttugur.
Maria og Jesus í Bíbliuni
Søgan um Mariu og Jesus er ein tann kendasta í Bíbliuni. Maria var ein ung
jødisk genta, sum var trúlovað einum manni, sum æt Jósef. Eingilin Gabriel
kom til Mariu við teimum boðum, at hon skuldi eiga ein son, Guds son, og
kalla hann Jesus. Maria var ørkymlað, tí hon var moyggj. Men tað gekk út,
sum eingilin boðaði, og hon føddi ein son og kallaði hann Jesus. Hann var
ein sjáldsamur drongur. Sum barn sat hann millum teir lærdu og tosaði, sum
maður gjørdi hann undurverk. Hann doyði á einum krossi millum ránsmenn,
hóast hann var ósekur.
Jerúsalem
Jerúsalem er heilagur býur bæði hjá jødum, kristnum og muslimum. Her
vóru tey trý templini hjá jødum. Tað seinasta varð lagt í oyði um ár 70 e.Kr.
Grátimúrurin í Jerúsalem er ein leivd frá tí umhvørvinum, har tað seinasta
templið stóð. Her savnast jødar at biðja og gráta um mista templið.
Tað var eisini í Jerúsalem, at Jesus lærdi, og tað var her, hann varð dømdur og
krossfestur. Tí er Jerúsalem so týðandi fyri tey kristnu.
1...,79,80,81,82,83,84,85,86,87,88 90,91,92,93,94,95,96,97,98,99,...120
Powered by FlippingBook