79
UPPSKOT
Samandráttur
• Fyrstu bøkurnar, eisini Bíbliur, vóru skrivaðar við
hond
• Johann Gutenberg fann upp á at prenta bøkur í
1400-talinum
• Fólk sóu mun á tí, tey lósu, og tí kirkjan lærdi
• Johan Huss talaði at læru kirkjunnar
• Johan Huss brendur á bálið í 1415
• Luther var føddur 1483
• Trúarskifti, reformatión, merkir broyting
• Trúarskiftinum stóð Martin Luther fyri
• Luther setti seg upp ímóti kirkjuni og pávanum
• Luther steðgaði søluni av avlátsbrøvum
• Frelsan er ein søk millum menniskjað og Gud
• Eftir trúarskiftið fingu prestar loyvi at gifta seg
• Kongur fekk hægsta ræðið í kirkjuni
• Luther doyði í 1546
• Lutherskir prestar verða settir í Føroyum í 1541
Spurningar
1. Hvussu nógvar hættir at skriva kennir tú?
2. Hvønn týdning hevur tað, at fólk duga at lesa?
3. Eru fólk, ið ikki hava lært lesikynstrið?
4. Hvat merkir reformatión?
5. Hví verður Luther hildin at vera stórmenni í
søgu kristindómsins?
6. Nevn týdningarmiklar løtur í lívi Luthers.
7. Hvat samband er millum avlátsbrøv og Pæturs
kirkjuna í Róm?
8. Hvat førdi trúarskiftið við sær?
9. Hvussu æt fyrsti lutherski biskupur í Føroyum?
10. Hvør fór undir at byggja dómkirkju í Kirkjubø?
Hvussu arbeiðast kann við 11. kapitli:
• Tosa um upplýsingarmøguleikar í dag í mun til
fyrr
• Eru stórmenni í kristindóminum í dag?
• Hvussu viðgera vit kristin evni í dag?
• Arbeiða við teknisøguni á bls. 94. Hvat hendir á
teimum myndunum, har eingin tekstur er? Hvat
hugsar Luther á hesum myndum? Víst verður til
“Kom og skriva 2”, sum eisini viðger teknisøgur
• Hvat hevði hent í dag, um vit fingu boð um at
skifta trúgv?
• Tosa um orðini trúarskifti og trúarfrælsi
Kapittul 11
Trúarskifti