78
Muslimar hava egnan álmanakka, eins og jødar hava sín. Tann islamski
álmanakkin telur frá árinum 622 e.Kr. Hann hevur eitt mánaár, sum telur 354
dagar. Hvør mánaður hevur 29 ella 30 dagar, og ellivu skotár eru í 30 ár. Í
islamska álmanakkanum flyta mánaðirnir seg í mun til árstíðirnar.
Tann jødiski álmanakkin telur árini frá Skapanini, sum er sett at verða ár 3761
f.Kr. Teirra ár er umleið 354 dagar, sum er býtt sundur í 12 mánaðir. Jødiski
álmanakkin byggir á ta støðu, jørðin hevur í mun til mánan, meðan tann
gregorianski byggir á ta støðu, jørðin hevur í mun til sólina. Hvør jødiskur
mánaður byrjar við tendring. Árið hevur 12¼ tendringar, so her kemur ein
skeivleiki í, sum verður rættaður við, at fjórða hvørt ár verður ein trettandi
mánaður settur innímillum, so jødiski álmanakkin samsvarar betur við
árstíðirnar og okkara álmanakka.
Kirkjuárið í kristindóminum fylgir mánanum, og álmanakkaárið fylgir sólini.
Tann álmanakkin, vit kenna, er tann gregorianski. Hann var ikki viðtikin í
Danmark og Noregi fyrr enn ár 1700 og kom tá eisini at galda í Føroyum, tí
vit vóru í dansk-norska ríkjasambandinum.
Tað var ikki við eitt, at fólk sleptu teimum halgidøgum, tey vóru von við frá
julianska álmanakkanum. Tí hava vit heiti sum gamla krossmessa, sum er 12
dagar eftir núverandi krossmessu, sum er 3. mai. Soleiðis eru allir “gamlir”
halgidagar og allar messur forskotnir 12 dagar fram í mun til okkara núverandi
dagar og messur.
Primstavur
Ein primstavur er eitt flatt træpetti umleið 50-80 cm til longdar og 4-6 cm
breitt.
Hetta var ein “álmanakki”, sum altíð var galdandi, tí hann taldi bert halgi
dagar, sum høvdu fastan dag. Ikki teir, sum fullu ymiskar dagar. Hann hevði
tvær síður, summarsíðu og vetrarsíðu. Summarsíðan gekk frá 14. apríl til 13.
oktober og vetrarsíðan frá 14. oktober til 13. apríl. Dagarnir vóru merktir við
einari striku ella einum hakki, og halgidagar og merkisdagar vóru merktir við
eini mynd ella einum tekni.