Kristni 7 - Lærarabók - page 73

73
Kap. 9 - Kristna kirkjan fer um lond
Í Føroyum hava høvdingar staðið á odda fyri trúarlívinum. Tí var tað so
umráðandi hjá Sigmundi, sum var sendiboð Noregs kong, at fáa Trónd at taka
við kristnari trúgv og lata seg doypa.
Sjálvt um vit siga, at Noreg kendi kristindómin úr Onglandi, so var kirkjulæran
rómversk-katólsk. Ongland hevði um hetta mundið verið kristið í eini
600 ár og hevði ment sína egnu kirkjuskipan, sum brýtur eitt sindur frá tí
rómversk-katólsku. Ongland varð rættiliga tíðliga kristnað, tí tað var partur av
Rómverjaríkinum. Tað hendi tó tað, at sambandið við meginlandið viknaði so
nógv, at heiðin ávirkan frá víkingunum tók yvir. Pávin í Róm sendi tí Augustin
í árinum 596 at kristna Ongland av nýggjum, og frá árinum 623 til ár 777 lá
kirkjan undir pávanum í Róm. At okkurt samband hevur verið úr Onglandi,
bera heitini
kirkja, kalikur
og
roykilsi
boð um, tí tey eru komin úr fornenskum
máli. Við tíðini fær so tann norðurlendska kirkjuskipanin sítt egna snið.
1...,63,64,65,66,67,68,69,70,71,72 74,75,76,77,78,79,80,81,82,83,...120
Powered by FlippingBook