66
Ein av teimum, ið stóð og hugdi at, tá ið Stefan varð steinaður, var Sául. Sául
var ein av teimum ídnastu at søkja at teimum kristnu,
Áp 9,
og var tí illa lýddur.
Sául vaks upp í Tarsus í Lítla Ásia. Foreldrini vóru jødar við rómverskum
borgararætti. Í heimi teirra varð tosað hebraiskt, men annars grikskt úti millum
fólkið. Sául dugdi tískil tvey mál. Tá ið hann seinni varð umvendur og fór út
at boða orðið, prædikaði hann á hebraiskum máli fyri jødum, men á grikskum
máli fyri heidningum ella heidningakristnum, sum tey vórðu nevnd, áðrenn
tey vórðu kristnað. Umframt teirra hebraiska navn brúktu nógvir jødar eisini
eitt grikskt ella rómverskt navn. Hetta var eisini galdandi fyri Sául. Hann varð
eisini nevndur Paulus, og varð hetta tað navnið, hann nýtti eftir umvendingina.
Tá ið Sául var umvendur, fingu tey kristnu betri frið.
Nero keisari
Tey fyrstu árini, Nero (37-68) keisari ráddi, verða hildin at vera tey bestu í
søguni hjá Rómverjaríkinum. Nero varð føddur ár 37 e.Kr. og var bert 16
ára gamal, tá ið hann gjørdist keisari. Mamma hansara giftist við Claudiusi
keisara og fekk hann at ættleiða Nero. Hann hevði sín gamla lærara og
ráðgeva, heimspekingin Seneca, at vegleiða seg. Tað vísti seg, at Seneca hevði
gott tamarhald á trupla sinnalagi Neros. Tann ungi keisarin lækkaði skattin,
gav teimum pensjón, hjálpti teimum fátæku og syrgdi fyri, at teir, ið stýrdu
teimum ymsu landspørtunum, gjørdu tað til lítar.
Nero hevði listarligar gávur. Hann málaði málningar, gjørdi høggmyndir, og
hann hevði eisini tónleikagávur. Hann dugdi væl at yrkja og framførdi sjálvur
sang á palli. Eisini var hann kønur í grikskum máli.
Hildið verður, at hann hevur havt sálarligar trupulleikar, ið at enda tóku valdið
á honum. Ringast gekk hetta út yvir tey kristnu, ið vórðu løgd undir bæði líkt
og ólíkt, og mong fingu syndarliga lagnu. Eina náttina kom eldur í nakrar
krambúðir í Róm, og eldurin breiddi seg skjótt um býin. Nero tók sjálvur lut
í sløkkiarbeiðinum. Tað vóru 14 býarpartar í Róm. Av teimum brunnu tríggir
í grund, meðan sjey fóru illa.
Nero lætst at hjálpa teimum heimleysu, men fólk hildu, at hann sjálvur hevði
sett eld á. Tað gekk heldur ikki long tíð, fyrr enn hann setti í gongd arbeiðið
at byggja ein nýggjan, stórslignan bý. Á toftunum kom borg hansara at standa.
Borgin, ið partvíst var løgd við gulli, var umgird av víngørðum, skógum og
vøtnum. Í forhøllini stóð ein 35 metra høg standmynd av keisaranum sjálvum.
Men onkur skuldi leggjast undir at hava sett eld á, og tey kristnu vóru lætt
offur. Nógv hildu lítið um tey kristnu, ið mangan máttu hittast í loyndum.
Flestu teirra vóru fátæk, trælir ella útlendingar.
Nero hevði sítt egna sirkus. Fólki dámdi væl, at keisarin bæði gav teimum
breyð og sjónleik. Men har vórðu mong av teimum kristnu tikin av døgum.
Villini djór úr fremmandum londum vórðu slept inn at berjast við gladiatorar
ella deyðadømdar fangar. Summi kristin vórðu ballað inn í djóraskinn og
rivin sundur í sirkusi hansara. Onnur vórðu krossfest og brend sum kyndlar.