Kristni 7 - Lærarabók - page 60

60
UPPSKOT
Hvussu arbeiðast kann við 7. kapitli:
• Gera eitt sindur burtur úr samskiftinum
manna millum, og samskiftinum vit annars
hava t.d. á internetinum og øðrum elektróni-
skum miðlum
• Gera eitt sindur burtur úr ættleiðing, vitja
heimasíður um evnið
• Hvønn hava vit rundan um okkum, t.d.
familju, vinir og onnur
• Hvagar venda vit okkum, um vit ongan hava
at tosa við?
• Vitja heimasíðuna ”Tú og eg ráðgevingin”,
og onnur mið
Næmingarnir kunnu eisini fáa hesar
spurningar at arbeiða við:
• ert tú uppkallað/uppkallaður eftir onkrum?
• hví fekst tú júst tað navnið, tú hevur?
• hvat merkir navn títt?
Víst verður til bls. 22 í lærarabók til ”Kristni
4”. Víst verður eisini til ”Navnabókina”
eftir Árna Dahl
Uppgáva:
Um tú skalt greiða øðrum frá, hvør tú ert, hvat
hevur so týdning? Tú kanst byrja við at gera
henda lista. Um tú heldur okkurt restar í, so
skoyt bert uppí:
1. Listi
• Eg eiti: fulla navn
• Eg verði kallað/ur:
• Føðingardagur
• Eg búgvi:
• Foreldur:
• Systkin:
• Skúli:
• Flokkur:
• 3 ting eg dugi væl:
• Skriva so nakrar reglur um teg sjálva/an.
2. Být um við ein floksfelaga. Nú viðmerkja tit
hjá hvørjum øðrum, um okkurt restar í, til
tess at frágreiðingin verður so neyv, sum til
ber.
3. Kunnu vit ávirka, hvørji vit eru?
4. Um svarið var ja, hvussu kunnu vit so gera
tað?
1...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...120
Powered by FlippingBook