Kristni 7 - Lærarabók - page 67

67
Kap. 8 - Kirkjusøga
At maðurin hevur verið sinnissjúkur, sæst eisini av, at heldur ikki hansara
næstingar kundu kenna seg trygg. Bæði mammuna og fosturfaðir sín læt hann
drepa. Son Claudiusar, Britannicus, gjørdi Nero eisini av við. Hetta var tí, at
Britannicus ikki skuldi krevja rættin til trónuna.
Tað var heldur ikki stuttligt at vera gift við Nero. 15 ára gamal giftist hann
við Octaviu, dóttur Claudius, men tað gekk ikki long tíð, fyrr enn hon varð
burturvíst og seinni eftir hansara boðum dripin. Næsta konan læt eisini lív, tí
hon skuldi hava funnist at honum fyri at koma ov seint til hús. Triðja konan
kallaðist Statilia. Fyri at fáa hana til konu, mátti Nero beina fyri manni hennara.
Tann tíð kom, tá ið fólk høvdu fingið nokk av atburði hansara og gjørdu
uppreistur ímóti honum. Senatið dømdi hann friðleysan og at verða bardan til
deyðis. Tá ið boðini um hetta komu, var hann flýddur til eini hús í útjaðaranum
á býnum. Hann hevði ikki rættiliga dirvi at taka seg sjálvan av døgum, men
fekk ein av monnum sínum at standa við einum knívi, ið hann so dró barkan
ímóti.
Tá sigst hann hava sagt:
Við mær missir heimurin ein stóran listamann.
Hann var
tá 31 ára gamal og hevði stýrt ríkinum í nærum 14 ár.
Konstantin
Konstantin hin Stóri (272-337) bleiv rómverskur keisari í árinum 306 e.Kr. Í
árinum 312 kom tað til stóran bardaga millum Konstantin og Maxentius, sum
eisini vildi gerast keisari. Hesin bardagi stóð við Milvisku brúnna.
Náttina fyri bardagan droymdi Konstantin ein dreym. Hann sá ein brennandi
kross og orðini:
In hoc signo vinces,
ella
við hesum tekni skalt tú sigra
. Konstantin
gav tá boð um, at krossurin skuldi málast á øll skjøldur.
Konstantin vann bardagan, og eftir hetta var tað, at hann bannaði allari atsókn
móti teimum kristnu og skipaði trúarfrælsi í ríkinum.
Nero
Konstantin
1...,57,58,59,60,61,62,63,64,65,66 68,69,70,71,72,73,74,75,76,77,...120
Powered by FlippingBook