Kristni 7 - Lærarabók - page 63

63
UPPSKOT
Samandráttur
• Kristna kirkjan varð stovnað í Jerúsalem 50
dagar eftir, at Jesus var deyður
• Tey fyrstu kristnu vórðu forfylgd av jødum
• Pætur ápostul stóð á odda fyri fyrsta kirkju­
liðinum
• Sául var argasti fíggindi hjá teimum kristnu
• Tá ið hann var umvendur, nýtti hann navnið
Paulus
• Nero keisari fór illa við teimum kristnu
• Konstantin skipaði trúarfrælsi í rómverska
ríkinum
Spurningar
1. Hvat er ein martýrur ella eitt blóðvitni?
2. Hvør var fyrsta blóðvitni?
Uppgávur
1. Greið frá ferðini hjá Sául til Damaskus.
2. Greið frá, hvussu Nero bar seg at ímóti teimum
kristnu.
Hvussu arbeiðast kann við 8. kapitli:
• Nýta brotið ”At arbeiða við tekstum í Bíbliuni”,
bls. 10 til tekstin í
Áp 6 og 7
, har Stefan er
nevndur
• Listaverkið um Stefan er væl egnað til mynda­
viðgerð eftir “Myndir og myndlist”, bls. 12
Listaverkið er at finna á
• Tosa um kristnar ímyndir út frá mosaikrútinum.
Nakrar kristnar ímyndir eru at finna í lærara­
bókini “Kristni 4”, á bls. 81. Bókin er at finna á
• Tosa um forfylging fyrr og nú
• Tosa um at lesa teknirøðir sum tekst.
Hvat kunnu myndirnar í mun til orð?
Kapittul 8
Kirkjusøga
1...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68,69,70,71,72,73,...120
Powered by FlippingBook