Kristni 7 - Lærarabók - page 55

55
Samandráttur
• Í Gamla Testamenti var profeterað um Jesu
føðing
• Eingilin Gabriel boðaði Mariu, at hon skuldi føða
Guds son
• Jesus var jødi
• Saman við tólv lærusveinum ferðaðist Jesus um
landið
• Jesus varð krossfestur og reis upp
• Fjøruti dagar seinni fór hann til himmals
• Lærusveinarnir gjørdust ápostlar og fóru út at
boða, at tann, ið trýr á Jesus og livir so sum
Gud vil, fær ævigt lív
• Altarborð ella breyðbróting stavar frá heilagu
kvøldmáltíðini
• Stóru kristnu hátíðirnar eru: jól, páskir og
hvítusunna
• Størstu kristnu kirkjurnar eru rómversk-katólska,
protestantiska og ortodoksa
• Pávin er hægsti myndugleiki í katólsku kirkjuni
• Protestantiska kirkjan er sprottin úr rómversk-
katólsku kirkjuni
• Tann evangelisk-lutherska kirkjan hevur navn sítt
eftir Martin Luther
• Kirkjuligar handlingar eru dópur, ferming, vígsla
og jarðarferð
Spurningar
1. Í sambandi við Jesu føðing hendi nakað ræðuligt
í landinum. Hvat hendi og hví?
2. Hvussu yvirlivdi Jesus hesa hending?
3. Hvør var Jóhannes doyparin?
4. Hvussu var Jesu síðsta tíð?
5. Hvussu var boðskapurin um Jesus borin út eftir
deyða hansara?
Uppgávur
1. Nevn trý dømi um, hvussu ein kristin eigur at
liva.
2. Greið frá Kristi himmalsferðardegi og hvítu-
sunnu.
3. Greið frá nøkrum av tí, Jesus legði størstan dent
á í prædikum sínum.
4. Greið frá tí kirkju ella samkomu, tú gongur í.
Um tú ikki vanliga gongur í eina kirkju ella
samkomu, kanst tú velja tær eina at greiða frá.
Kapittul 6
Kristindómur
1...,45,46,47,48,49,50,51,52,53,54 56,57,58,59,60,61,62,63,64,65,...120
Powered by FlippingBook