46
Purim í sýnagoguni
Vanliga er tað hátíðarligt og friður í sýnagoguni, men tá ið Purim verður
hátíðarhildið, er øðrvísi. Frásøgnin um Ester drotning, Mordokaj og Háman
verður lisin. Og hvørja ferð navnið á Hámani verður nevnt, er ræðuligur
gangur, tí roynt verður at køva tað. Tað verður floyta, trampa og skrambla við
luti, ið nevnist gragger, ið kann samanberast við ranglu. Alt hetta fyri at køva
tað ónda.
Veitslur og spæl
Purim er eisini veitsludagur, har bæði børn og vaksin lata seg í ymsar búnar, og
har tann best klæddi kann fáa virðisløn. Børnini luttaka í ymsumpurimspølum,
skrúðgongum og veitslum. Har er sangur og dansur og nógv gott at eta.
Nógv geva eisini mat og pening til teirra, ið lítið eiga, so tey eisini kunnu
gleðast henda dag.
Ein av teimum siðbundnu rættunum henda dag er “hamanta schen” ella oyruni
á Hámani. Hetta eru tríhyrntar køkur fyltar við súltitoyi ella øðrum søtum.
Pesach
Jødar halda Pesach ella páskir til minnis um burturferðina úr Egyptalandi.
Henda høgtíðin, ið verður hildin í átta dagar, er samstundis tann størsta árliga
hendingin. Hesar átta dagarnar mugu jødar ikki koma í samband við nakran
mat við súrdeiggi í. Tað verður væl ruddað og vaskað, so eingir molar eru
nakrastaðni.
Sjálv páskamáltíðin er kjarnin í hátíðarhaldinum. Hon fylgir skrivaðum
reglum, har eisini verður greitt frá, hvussu tað var, tá ið tey vóru í trældómi,
og hvussu tey flýddu. Søgan verður endurgivin, meðan máltíðin verður hildin.
Á miðjum borði stendur páskatalerkurin. Hann er býttur í fimm partar, hvør
við sínum slagi av mati:
• lambsbein, hesi verða tó ikki etin, men skulu minna um lombini, ið vórðu
dripin. Blóðið varð smurt á durastavin, so deyðseingilin gekk framvið, tá ið
tíggjunda plágan gekk út
• harðkókað egg, ið er rist ella brankað – tekin um nýtt lív
• grønmeti – vanliga persilla ella salat – tekin um vár
• beisk kryddurt – vanliga piparrót – ímyndin av beiskum trældómi
• ein blandingur av ymsum søtum, nøtum, súreplum, kryddi og víni. Hetta
skal minna á tann mørtil, sum trælirnir nýttu til byggiarbeiðið, men eisini
á søtleikan at sleppa úr trældóminum
Alt annað á borðinum hevur eisini sín týdning:
• eitt ílat við salti er ímyndin av søltu tárunum, ið trælirnir grótu
• eitt vínglas er til hvønn. Fýra ferðir verður vín drukkið til minnis um, at
Gud fýra ferðir lovaði, at hann vildi bjarga fólkinum úr trældóminum
• ósúrgaða breyðið, matzo, ið líkist knekkbreyði, skal minna fólkið á tað
breyðið, ið tey ikki høvdu stundir at lata ganga, áðrenn tey flýddu
• á borðinum stendur eisini eitt glas til profetin Elias. Tey trúgva, at einaferð
fer Elias at koma aftur og boða komu Messiasar