40
Jødadómur
Kapittul 4, ”Jødadómur”, er tikin við, av tí at fyri føroysk børn er hesin
átrúnaður ikki so kendur. Jødadómur, kristindómur og islam hava felags røtur.
Tá ið persakongurin Kýros um ár 538 f.Kr. tók Bábylon, gav hann teimum,
ið vóru í útlegd í landinum, loyvi at fara heim aftur til Jerúsalem at byggja
templið av nýggjum. Eisini læt hann tey fáa teir dýrgripir, ið Nebukadneser
hevði tikið úr templinum, áðrenn tað varð brent í grund.
Eftir heimkomuna varð fólkið ikki longur kallað ísraelsmenn, men jødar eftir
landspartinum Júdea.
Tað vóru tó ikki øll, ið valdu at fara heim aftur, men um 50.000 av teimum
fóru heim aftur, Ezra 2,64-65. Tað vóru mong, ið heldur vildu verða verandi í
Bábylon og dyrka ta fruktagóðu jørð, ið har var.
Rættiliga skjótt eftir heimkomuna reistu tey brennioffuraltarið, so offur
gudstænastan kundi byrja. Síðani fóru tey undir at byggja templið uppaftur.
Tey vóru tó nakað órógvað av samáriubúgvum, men um ár 520 f.Kr. varð farið
rættiliga í gongd við byggingini.
Í árinum 516 f.Kr. stóð templið liðugt, og gleðin var stór, tá vígsluløtan kom.
Tey gomlu grótu, tá ið tey sóu, hvussu fátæksligt hetta templið var í mun
til tað stásiliga templið, ið Sálomon læt byggja, og sum var lagt í oyði 70 ár
frammanundan. Tað nýggja templið var líka stórt sum tað gamla, men als ikki
líka prýðiligt. Sáttmálaørkin við teimum báðum steintalvunum, ið hevði staðið
inni í tí allarheilagasta í tí gamla templinum, var horvin. Eingin visti, hvat var
vorðið av henni. Tað allarheilagasta stóð tí tómt nú. Í tí heilaga rúminum stóð
sum áður eitt borð við sýnisbreyðum og eitt roykilsisaltar. Í staðin fyri teir
tíggju gullljósastakarnar, ið høvdu staðið í templinum hjá Sálomon, stóð nú
bert ein ljósastaki.
Jødisk trúgv
Jødar trúgva á ein Gud, og at Guds andi er ævigur, t.e. at hann altíð hevur verið
og altíð fer at verða. Teir hava orðini ”Jahve” og “Elohim” fyri Gud, men nýta tey
sjáldan, tí tey verða mett sera heilag. Til gudstænastur verður navnið “Adonai”,
sum merkir “Harri” altíð brúkt. Eisini “Hashem”, ið merkir “navnið”, verður
brúkt. Nógvir jødar vilja ikki skriva orðið Gud, og tí kunnu vit av og á í bókum
síggja, at orðið verður skrivað “G-d”, sum tað hevði sæð út á føroyskum, og
orðið var ”Gud”. Tað eru nógvar jødiskar trúargreinar. Progressivir jødar halda,
at tað at vera jødi er ein felags mentan. Teir ortodoksu royna at halda fast við
tær lógir og ta siðvenju, ið er ment gjøgnum fleiri hundrað ár. Grundarlagið er,
at tað er ein ævigur, ósjónligur Gud. Jødar trúgva eisini, at teir vóru útvaldir at
taka ímóti Toraini, lógini, sum er fyrsti partur av Tanak.
Teir trúgva, at um teir halda seg til Tanak, so fer rættvísið at sigra, og Messias
fer at koma at skapa eina fullfígggjaða jørð. Lønin fyri góðar gerðir kemur í
himlinum.