34
Lukasevangeliið, eisini skrivaði Ápostlasøguna. Hetta sæst eina best í teimum
fyrstu ørindunum í Ápostlasøguni.
Brøv Paulusar
Tá ið Paulus var vorðin kristin, ferðaðist hann víða um og prædikaði um
Jesus, og hann grundaði nógv nýggj kirkjulið. Skjótasti vegur at koma fram
var á hestbaki ella við skipi. Men tá ið tað barst honum frá at vitja øll hesi
kirkjulið, skrivaði hann teimum brøv í staðin, og vórðu tey eisini send við
reiðmonnum ella við skipi. Hesi brøv eru send samkomum ella kirkjuliðum
í Róm, í Grikkalandi og í Lítla Ásia fyri at vegleiða tey og eggja teimum til at
halda fast við kristnu trúnna.
Brøvini eru 13 í tali:
• eitt til kirkjuliðið í Róm
• tvey til kirkjuliðið í Korint
• eitt til kirkjuliðið í Galatalandi
• eitt til kirkjuliðið í Efesus
• eitt til kirkjuliðið í Filippi
• eitt til kirkjuliðið í Kolossa
• tvey til kirkjuliðið í Tessalónika
• tvey brøv skrivaði hann til Timoteusar
• eitt til Titusar
• eitt til Filemons
8 onnur brøv:
• Brævið til Hebreara
• Jákups almenna bræv
• Pæturs fyrra almenna bræv
• Pæturs seinna almenna bræv
• Jóhannesar fyrsta almenna bræv
• Jóhannesar annað bræv
• Jóhannesar triðja bræv
• Judasar almenna bræv
Eingin veit við vissu, hvør hevur skrivað brævið til Hebreara, men Jákupsbrævið
hevur Jákup, bróðir Jesusar skrivað.
Síðani eru tvey brøv, ið Pætur ápostul hevur skrivað, og trý brøv, ið Jóhannes
ápostul hevur skrivað. Tað síðsta brævið hevur Judas, bróðir Jesusar, skrivað.
Jóhannesar opinbering
Á oynni Patmos hevði ein, ið nevndur verður Jóhannes, eina sjón, har hann
sá bæði Gud og Jesus. Hann sá opnar himmalsins dyr. Og úr Guds bók fekk
hann at hoyra, hvussu kom at gangast heiminum og menniskjum á dómadegi.
Ein eingil leiddi Jóhannes upp á eitt fjall, og har fekk hann loyvi at síggja hitt
nýggja Jerúsalem við gullgøtum og jaspismúrum.