26
Heldur ikki vildu teir góðtaka uppreisn frá deyðum, og teir góðkendu heldur
ikki einglar og andar.
Eingir tekstir eru at finna, ið saddukearar hava skrivað. Tískil valdar stór
óvissa um, hvør læra teirra í grundini var.
Tey elstu bíbliuhandritini
Av tí at Bíblian er skrivað í mong ár og av ymiskum rithøvundum, er einki
uppruna eintak at finna. Harafturat kunnu vit rokna við, at fleiri av teimum
fyrstu niðurskrivaðu skjølunum eru blivin burtur.
Tað, sum er at finna av gomlum skjølum í dag, eru avskrivingar av teimum
upprunaligu handritunum. Ymiskt er, hvussu gamlar hesar avskrivingar eru,
og tí er eisini ymiskt, hvussu orðingarnar eru. Tað verður eisini hildið, at tann,
ið sat og skrivaði av og kanska ikki skilti alt tað, ið skrivað varð, royndi at
greiða frá sjálvur ella legði okkurt afturat, sum hann hevði hoyrt.
Tá ið roynt verður at finna fram til aldurin á teimum ymsu tekstunum, verður
tí vanliga roknað við, at tann stytsta útgávan er tann elsta og hellir mest til
upprunatekstin.
Frá árunum 300-400 e.Kr. eru til skjals trý stór handrit, har meginparturin av
Bíbliuni er at finna. Til eru eisini ymisk onnur skjøl, ið eru eldri og endurgeva
styttri brot úr Bíbliuni.
Codex Sinaiticus
er tað elsta varðveitta eintakið av handskrivaðum
bíbliuskjølum. Í Codeks Sinaiticus eru partar av Gamla Testamenti umsettir til
grikskt mál, umframt Nýggja Testamenti. Codex Sinaiticus er frá fyrru helvt av
4. øld og varð funnið í einum grikskum kleystri á Sinaihálvoynni í Egyptalandi.
Codex Vaticanus
er frá um ár 350 e.Kr. Í tí er alt Gamla Testamenti og tað
mesta av Nýggja Testamenti. Av tí at skjalið er skatt, mangla partar av brøvunum
í Nýggja Testamenti. Codex Vaticanus er í varðveitslu á bókasavninum í
Vatikaninum í Róm. Hildið verður, at tað eisini kemur úr Egyptalandi, helst
úr býnum Alexandria.
Codex Alexandrinus
er tað triðja stóra handritið. Tað er skrivað á grikskum
máli í 5. øld og kemur úr Alexandria í Egyptalandi. Í hesum handriti er alt
Gamla Testamenti, apokrýfurnar t.v.s. Septuaginta, alt Nýggja Testamenti og
nøkur onnur brøv.
Deyðahavsrullurnar
Í 1947 fann ein drongur, sum ansaði seyði, nakrar gamlar rullur, sum vóru
goymdar í nøkrum krukkum. Hetta var stutt frá Deyðahavinum við eitt stað,
ið nevnist Qumran. Á hesum rullum vóru brot úr øllum bókum í Gamla
Testamenti uttan úr Esterarbók. Hildið verður, at rullurnar eru skrivaðar á
Jesu tíð og helst komu úr Qumran kleystrinum.