Kristni 7 - Lærarabók - page 23

23
Prædikarin
Í Prædikaranum lesa vit m.a. tey kendu orðini, at fyri øllum er ein avmarkað
tíð. At føðast hevur sína tíð, at doyggja hevur sína tíð; at seta niður hevur sína
tíð, at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð o.s.fr.
Hásongurin
Í Hásonginum lovprísar Sálomon kærleikanum, og nýtir hann nógvar vakrar
náttúrumyndir í lýsingum sínum av evninum.
Síðani koma vit til bøkurnar hjá profetunum. Í hesum bókum finna vit nógvar
spádómar ella forsagnir, lærdómar og áminningar.
Jesaja, Jeremia, Esekiel og Dánjal
Jesaja, Jeremia, Esekiel og Dánjal verða kallaðir hinir fýra stóru profetarnir.
Jesaja profetur spáddi nógv um frelsaran, sum koma skuldi. Jeremia spáddi, at
Jerúsalem og halgidómurin skuldu verða lagdir í oyði. Tá ið fólkið var í útlegd
í Bábylon, talaði Esekiel til teirra og hartaði tey, tí tey vóru so gudleys, men
samstundis troystaði hann tey og segði, at einaferð skuldu tey sleppa heim
aftur. Hann tosaði eisini um frelsaran, sum koma skuldi.
Dánjal, sum var ein av teimum mongu, ið var í útlegd, gjørdist tænari hjá
kongi saman við trimum vinmonnum. Teir tríggir vinmenn Dánjals vórðu
tveittir í ein gløðandi ovn, tí teir ikki gjørdu eftir boðum kongs um at ofra til
eina gullstandmynd. Dánjal sjálvur varð tveittur í eitt leyvubøli. Men allir fýra
vórðu bjargaðir, og var tað gudstrúgv teirra, ið helt teimum uppi.
Harmljóðini
Ímillum Jeramia og Esekiel standa Harmljóðini. Tey eru sett upp sum fimm
sangir, og av tí at henda bók stendur beint eftir bók Jeramia, verður hildið,
at tað er hann, ið hevur skrivað. Í hesum sangum er høvundurin sera harmur
um, at Júdaríkið er gingið til grundar, og ikki minst, at templið í Jerúsalem er
lagt í oyði.
Teir 12 smáu profetarnir
Bøkurnar hjá teimum tólv profetunum eru styttri, og verða teir tí kallaðir teir
smáu profetarnir.
Bøkurnar verða tíðarfestar frá 8.-4. øld f.Kr.
Hósea
hevði starvsøki sítt í Norðurríkinum, tá ið Jeróbeam 2. ráddi. Hann
hartaði fólkið, tí tey tilbóðu gudin Báal, og hevði at teimum fyri teirra ólevnað.
Jóel
var ættaður úr Júdea, og hildið verður, at hann starvaðist við templið í
Jerúsalem. Arbeiðsøki hansara hevði serligt atlit at trúarsiðum.
Ámos
var upprunaliga bóndi í Tekoa í Júdaríki, men var kallaður at verða
profetur í Norðurríkinum. Hann ávaraði fólki um deyða og týning, um tey ikki
livdu eftir Guds boðum.
Kap. 1 - Um Bíbliuna
1...,13,14,15,16,17,18,19,20,21,22 24,25,26,27,28,29,30,31,32,33,...120
Powered by FlippingBook