13
Hugskot til arbeiðshættir
Síðani kann verða tikið samanum:
• hvat vita vit annars um myndina
• nær er myndin málað
• hvør hevur málað
• hvussu er myndin tilevnað
Til ber eisini at fara víðari inn í samrøðu um møguliga ætlan við myndini,
um tíðarskeiðið og um boðskap v.m.
”Spurningar til myndagreining”, Lydia Didriksen
”Kom og skriva 2”, Birgit Arge og Lydia Didriksen
Litir í myndum
Tað er torført at geva eitt eintýtt svar, hvat teir mongu litirnir, vit eru umgyrd
av, skulu ímynda, tá ið hugsað verður um list. Tað er heldur ikki vist, at
listamálarar altíð hava í huga, hví teir júst velja tann ávísa litin til eitthvørt, teir
vilja mynda. Men litir eru nógv tengdir at mentanini í teimum ávísu londunum.
Vit kunnu her í stuttum siga, hvat litirnir kunnu umboða.
Hvítt:
ljós frá himli, reinleiki, einglar
Svart
:
myrkur, nátt, synd, deyði, sorg, helviti, djevul, hatur
Reytt:
kærleiki, kenslur – góðar/ringar, blóð, eldur, kærleikin frá himli
Blátt:
himmal, hav, trúskapur, hugsan, tað guddómliga, tað kongaliga, tað
loyndarfulla
Grønt:
vón, vøkstur, sissandi, kveikjandi, trivnaður
Gult/gull:
sól, ríkidømi, skreyt, skart, øvund, ótrúskapur, svik, ævinleiki, dýrd,
vísdómur
Grátt:
dapurt, keðiligt, sjúka, uttanveltaður, veikleiki