Kristni 7 - Lærarabók - page 22

22
Kongabøkurnar enda við, at Ísraels ríkið verður tikið av Assýria, og megin­
parturin av íbúgvunum verður tikin við til Assýria. Við hesum var Ísraels ríkið
gingið til grundar. At soleiðis fór at verða, var fleiri ferðir spáað, tí fólkið tilbað
heidnar gudar og læt seg ikki rættleiða.
Men ræðið hjá assýrum viknaði. So við og við hertóku bábylonar landið,
og Nebukadneser kongur í Bábylon legði eisini Júdaríkið undir seg. Fólkið
í Júdaríki bar annars orð fyri ikki at vera so heiðið sum fólkið í Ísraelsríki.
Flestu kongarnir har í landinum vóru av Dávids ætt. Tá roynt var at gera mót-
støðu ímóti hersetingini, gav Nebukadneser boð um, at templið, kongsborgin
og fleiri onnur hús skuldu brennast í grund. Eisini skuldu borgarmúrarnir
brótast niður.
Nógv fólk varð hertikið og flutt til Bábylon. Bábylon var tiltikin vakur býur
við vøkrum urtagørðum og prýðiligum bygningum, harímillum templið hjá
Marduk gudinum. Hetta templið stóð á einum torni, sum var 100 metrar høgt.
Hóast allan vakurleikan í landinum, so longdist ísraelsfólki illa heimaftur.
2 Krýnikubøkur
Krýnikubøkurnar skriva nógv um tey ymsu ættarliðini í Bíbliuni. Annars
endur­taka hesar bøkur eisini nógv av tí, vit lesa um í Kongabókunum.
Esrabók og Nehemiabók
Eftir 50 ár í útlegd sluppu jødarnir heim aftur til land sítt. Tað var persa-
kongurin Kýrus, sum tá hevði tikið valdið í Bábylon, sum lovaði teimum heim
aftur. Í hesum báðum bókum lesa vit um heimkomuna úr Bábylon.
Esterarbók
Í Esterarbók lesa vit um jødisku gentuna Ester, ið gjørdist drotning, tá ið hon
giftist við persiska konginum Áhasverus. Vit hoyra um Mordokai og Háman,
og hvussu tað eydnaðist Ester at bjarga fólki sínum.
Jobsbók
Job var ein sera gudrøkin maður, sum tolin bar alt tað, ið møtti honum á
lívsleiðini.
Sálmarnir
Hesir sálmar eru andaligir sangir og yrkingar, sum lovprísa Gudi fyri skapanar­
verkið og fyri vernd hansara av øllum tí skapta. Dávid kongur var víðagitin
sum sálmaskald og tónleikari, og hildið verður, at tað er hann, ið hevur yrkt
flestar av hesum sálmum.
Hildið verður, at tað er Sálomon, ið hevur skrivað tær tríggjar næstu bøkurnar,
tó eru tað bara Orðtøkini, ið nevna Sálomon sum rithøvund.
Orðtøk Sálomons
Í Orðtøkunum eru nógvar áminningar um, hvussu best er at bera seg at fyri
at liva eitt gudrøkið lív, tí sum hann sigur, vísdómur og gudsótti bera signing
við sær.
1...,12,13,14,15,16,17,18,19,20,21 23,24,25,26,27,28,29,30,31,32,...120
Powered by FlippingBook