Kristni 7 - Lærarabók - page 25

25
skriftlærdu søgdu. Tað, teir skriftlærdu ikki funnu sambært skriftini, løgdu
teir sjálvir afturat, og á tann hátt fingu teir fastar skipanir at galda fyri alla
lívsførsluna.
Farisearar stríddust rættiliga at gera Guds vilja. Teir vildu heldur gera ov nógv
enn ov lítið og ansaðu sera væl eftir ikki at gera nakað skeivt. Hetta gjørdi, at
teir løgdu alt ov stóra áherðslu á egnar gerningar. Teir hugsaðu meira um ta
løn og tann dóm, teir skuldu fáa, og gloymdu, at menniskjað kann líta á Guds
náði.
Farisearar vildu tæna Gudi burturav. Men hetta gjørdi eisini, at hugt varð ov
nógv eftir, um onnur menniskju nú eisini sóu, at teir vóru
heilagir
. Heilagleiki
teirra gjørdist ofta eiti og lótir. Teir vildu fegnir hava, at onnur skuldu síggja,
hvør var fariseari. Hetta gjørdi, at teir lættliga órættvíst kundu døma onnur.
Sum dømi um, hvussu stóran týdning farisearar løgdu í tað at halda lógina,
kunnu vit taka sabbatina.
Henda dag skuldu tey hvíla frá øllum arbeiði. Og arbeiðið var at pløga, sáa,
heysta, binda korn í bundi, treskja korn, reinsa korn, mala korn til mjøl, sikta
tað, elta deiggj, savna brenni, kynda eld og baka. Alt hetta var bannað.
Tað var eisini bannað at bera nakað sabbatsdagin, tó var loyvt at bera so mikið
av mati, sum ein fika vigaði.
Um hond ella fótur fór úr lið um sabbatina, var ikki loyvt at rætta brekið. Bara
um lív var í vanda, kundi hjálp veitast.
Um húsdjór datt útí, var loyvt at hála tað uppaftur, um vandi var fyri, at tað
druknaði. Onnur hildu, at rættast var at leggja eitthvørt undir djórið, so tað
sjálvt kundi royna at sleppa upp á turt. Uppaftur onnur hildu, at loyvt var at
geva djórinum, til sabbatin var farin, og so hála tað upp aftur.
Tosað varð eisini um, hvørt tað bar til at eta egg, ið høna hevði vorpið í
sabbatini. Nøkur hildu, at tað kundi etast, men bara ikki í sabbatini.
Hetta vísir okkum, hvussu inniliga og í minstu smálutir teir vildu halda Guds
boð.
Saddukearar
Saddukearar vóru ein jødisk sekt, ið var grundað eini 200 ár f.Kr., helst sum
ein politiskur flokkur. Eini 100 ár e.Kr. hoyra vit ikki meira til teirra. Navnið
saddukeari er møguliga eftir Zadok, sum var høvuðsprestur á døgum Sálomons
kongs. Sjálvir hildu teir seg til hebraiska týdningin av orðinum, rættvísi.
Meðan farisearar halda seg vera nakað vegna sín lærdóm, so halda saddukearar
seg vera nakað vegna sína ætt og sín leiklut í samfelagnum.
Saddukearar hildu seg bert til tær lógir, ið umrøddar eru í Mósebókunum.
Kap. 1 - Um Bíbliuna
1...,15,16,17,18,19,20,21,22,23,24 26,27,28,29,30,31,32,33,34,35,...120
Powered by FlippingBook