Kristni 7 - Lærarabók - page 33

33
Kap. 2 - Kristnu skriftirnar
eisini sett mær fyri, eftir at eg havi rannsakað alt gjølla frá upphavi, at skriva um
tað, hvørt aftan á annað, til tín, hávirdi Teofilus, til tess at tú kanst vera førur fyri at
kanna um, hvussu álítandi tann frágreiðingin er, sum tú hevur hoyrt sagda.
Lukasar evangeliið er eisini skrivað fyri at vísa, at Jesus er frelsarin hjá øllum
heimsins menniskjum, Luk 4,25-27.
Jóhannesevangeliið
Evangeliið eftir Jóhannes er skrivað fyri at styrkja tey kristnu í trúnni á Jesus
Kristus, og ger greitt, at Jesus er sonur Guds. Vit lesa t.d. í Jóh 20,30-31:
Mong onnur tekin gjørdi Jesus eisini fyri eygunum á lærusveinum sínum, sum ikki
eru skrivað í hesi bók. Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er
Kristus, sonur Guðs, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara.
Sjálvt um tað ikki er heilt vist, at tað er Jóhannes, ið hevur skrivað hetta
evangeliið, so hevur tann, ið skrivar, í øllum førum tætt samband við tann
Jóhannes, ið Jesus var sera góður við.
Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærisveinin,
sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: “Kvinna, har er sonur tín!”
Jóh 19,26. Nakað av tí, ið stendur í Jóhannesar evangeliinum stendur ikki í
hinum trimum evangeliunum.
Tá ið samanum kemur, er tað eitt sindur óvist, um nakað av evangeliunum er
skrivað av eygnavitnum. Men í øllum førum vita vit, at evangeliini eru skrivað
rættiliga stutt eftir Jesu deyða, t.v.s. í seinasta lagi um ár 100 e.Kr.
Teir fýra evangelistarnir sum ímyndir
Evangelistarnir eru mangan avmyndaðir sum ímyndir av oksa, leyvu, menn­
i­skja og ørn.
Oksin er Lukas, og kemst hetta av, at Lukas byrjar evangeliið sítt við at greiða
frá ofrinum hjá Sakariasi í templinum í Jerúsalem. Ein oksi varð ofta nýttur
sum offurdjór.
Leyvan er Markus, tí hansara evangelium byrjar við frásøgnini um Jóhannes
doyparan, ið sum ein leyva ýlir í oyðimørkini.
Menniskjað er Matteus, tí hansara evangelium byrjar við einari langari ættar­
talvu, ið gongur frá Ábrahami, ættfaðir jødanna, til Jesu føðing.
Ørnin, ið sveimar í hæddunum er Jóhannes. Hansara evangelium er tað mest
háfloygda. Tað byrjar við orðinum, ið kemur omanífrá frá Gudi.
Ápostlasøgan
Hildið verður at, Lukas evangelistur hevur skrivað Ápostlasøguna, ið greiðir
okkum frá, hvussu tað gekst at boða kristnu trúnna, eftir at Jesus var farin
til himmals. Í øllum førum er tað rættiliga sannlíkt, at tann, ið skrivaði
1...,23,24,25,26,27,28,29,30,31,32 34,35,36,37,38,39,40,41,42,43,...120
Powered by FlippingBook