42
Jødisku lógirnar
Flestu jødisku lógirnar finna vit í Mósebókunum, sum jødar eisini kalla “lógir-
nar”. Har finna vit t.d. reinførislógina. Jødar skuldu vera “reinir” í mun til teir
“óreinu” heidningarnar. Reinførislógin avger eisini, nær ein jødi er “reinur” og
vera við í gudstænastu, og nær hann er “óreinur” og ikki kann vera við.
Heilag støð hjá jødum
Tað allarheilagasta hjá jødum var templið, ið varð bygt í Jerúsalem. Hetta fyrsta
templið løgdu grikkar í oyði. Síðan varð templið bygt aftur á sama stað, men
var lagt í oyði av rómverjum. Tað, sum eftir stendur, er Vesturmúrurin ella
Grátimúrurin, har fólk úr øllum heiminum vitja. Ein girðing er millum staðið,
har menninir og kvinnurnar biðja. Vanligt er at stinga smáar bønarlepar inn
ímillum “teir heilagu steinarnar”.
Heilagasta gravstaðið hjá jødum er á Oljufjallinum. Hildið verður, at Messias
á ferð síni inn í Jerúsalem at vekja øll tey deyðu fer at koma framvið her. Tey,
ið grivin eru á Oljufjallinum, verða tey fyrstu at fylgja honum inn í Guds ríki.
Nógvir jødar fara eisini pílagrímsferð til Machpelah holuna at biðja. Har sigst,
at Adam og Eva, Ábraham og Sára, Ísak og Rebekka og Jákup og Lea liggja
grivin. Rakul, ið var tann, ið Jákup av fyrstan tíð hevði ætlað sær til konu, sigst
liggja grivin í Betlehem.
Høgtíðir
Høgtíðirnar hjá jødum eru nógvar. Flestu teirra verða hildnar til minnis
um týdningarmiklar løtur ella tilburðir í søgu teirra. Nógvir av hesum
høgtíðsdøgum hava verið hildnir í fleiri túsund ár og hava sínar føstu siðir,
sum kunnu vera knýttir at heiminum ella sýnagoguni.
Álmanakkin hjá jødum verður roknaður eftir mánanum. Allir mánaðir byrja
við tendring (sólarkomu) og vara 29 ella 30 dagar. Árliga dagatalið verður
sostatt 354 dagar. Fleiri høgtíðir hava samband við ávísar árstíðir, so okkurt
árið verður ein eyka mánaður lagdur afturat fyri at fáa alt at samsvara við
árstíðina. Hesin mánaður kallast Adar 2.
Jødisku mánaðirnir eru:
Tishri
(september/oktober)
Heshvan
(oktober/november)
Kislev
(november/desember)
Tevet
(desember/januar)
Sh´vat
(januar/februar)
Adar
(februar/mars)
Nisan
(mars/apríl)
Lyyar
(apríl/mai)
Sivan
(mai/juni)
Tamuz
(juni/juli)
Av
(juli/august)
Elul
(august/september)