Kristni 7 - Lærarabók - page 52

52
Sálmar
Í reformertu kirkjuni var tað soleiðis fyri 1700-talið, at ein sálmur var tað sama
sum ein sálmur úr Gamla Testamenti. Varð tosað um sálmabók, so var tað
Sálmarnar, Dávids sálmar, ein meinti við. Sálmarnir vórðu lisnir ella messaðir
út í eitt, ikki sum leys ørindi við sama lagi. Sum tíðin leið, komu nýggir sálmar
og lovsangir. Hildið verður at ørindini í
Fil 2,6-11
hava verið nýtt til sang eins
og
1. Tim 3,16.
Sálmarnir ”Tær, Guð, sum ein ræður himni á” og ”Alvalds Guð, vit prísa tær”
eru grikskir sálmar frá 4. øld. Tó sjálvandi týddir og umyrktir til føroyskt.
Við trúbótini kom felagssangurin inn í gudstænastuna. Luther helt, at sam-
koman skuldi ikki bert sita still og lurta, men taka meira lut í gudstænastuni.
Hvør einstakur var í persónligum sambandi við Gud undir sálmasanginum.
Somuleiðis bar eisini til at skilja allar tekstir, tá teir vórðu lisnir á móður­
málinum og ikki á latíni. Samkoman hevði kunnað tikið lut í tónleikapartinum
áður, men bert sum aftursvar við at siga:
Amen, Halleluja
og
Harri miskunna.
Luther yrkti sjálvur fleiri sálmar og gav út í ørkum, so fólk skjótari kundu fáa
teir at syngja. Hetta vóru sálmar við ørindum, og øll ørindini høvdu sama lag.
Hetta var helst fyrsti spírin til tann sálmasang og sálmaskaldskap, vit kenna í
dag.
Síðan komu sálmabøkur, tí júst um hetta mundið mentist prentkynstrið. Tað
var umráðandi, at øll lærdu sálmarnar rætt, so sum teir vóru yrktir, so at
boðskapurin varð varðveittur rættur og reinur. Tað kundi knípa, um sálmurin
bert livdi á mannamunni.
Úr Týsklandi komu ungir danskir studentar frá lærda háskúlanum í Wittenberg
og høvdu við sær týskar sálmar, sum beinanvegin vórðu týddir til danskt. Í
1520 er ein donsk sálmabók við sálmum eftir Luther í nýtslu í Danmark.
Síðan komu nógvar sálmabøkur, og summar teirra hava eisini verið nýttar
í Føroyum. Vit fingu ikki føroyska sálmabók fyrr enn í 1960. Hon avloysti
eina danska sálmabók frá 1953. Tann føroyska sálmabókin, vit nú nýta, er frá
1990.
Tó hevði Brøðrasamkoman føroyskar sálmar ella sangir fyri hesa tíð.
1...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58,59,60,61,62,...120
Powered by FlippingBook