Kristni 7 - Lærarabók - page 47

47
Kap. 4 - Jødadómur
Umframt hesa minnismáltíð er eisini annað gott á borðinum, alt eftir, hvat
húskinum dámar best. Eftir máltíðina hugna tey sær saman. Alt, sum tey gera,
sangur og annað, hevur tætt samband við jødisku søguna og vónina um frið og
gleði, og at tey ein dag aftur kunnu savnast í templinum í Jerúsalem.
Shavuot
Sjey vikur eftir Pesach er Shavuot. Hetta er i mai/juni mánaði. Orðið Shavuot
merkir “vikur”. Hátíðarhaldið er til minnis um, at Gud ígjøgnum Móses gav
teimum Toraina og boðini.
Shavuot í sýnagoguni
Undir gudstænastuni verður lisið úr Toraini, hvussu Móses fekk boðini. Eisini
hoyra tey um Rut, ið ikki sjálv var jødi, men giftist við jøda og sum eftir deyða
hansara helt fast við jødadómin.
Shavout er eisini ein
heystveitsla
. Sýnagogan verður prýdd við blómum og
fruktum. Sagt verður, at tá ið Móses fekk Toraina, sprettu allar blómur á
Sinaifjalli.
Bøn
Jødar hava nógvar bønir, ið teir kunnu biðja í øllum lívsins viðurskiftum.
Nakrar bønir, t.d. morgunbønin, seinnapartsbønin og kvøldbønin, skulu
biðjast ávísa tíð á degnum uttan mun til, hvar ein er staddur. Ortodoks jødisk
mannfólk yvir 13 ár skulu altíð biðja hesar bønir. Arbeiðið hjá kvinnunum
hevur verið at taka sær av heiminum og børnunum. Tí hevur tað ikki verið so
lætt hjá teimum at sleppa øllum fyri at biðja. Av somu orsøk eru tað ikki so
nógvar bønir, tær skulu biðja.
Jødiskur tónleikur
Fleiri ferðir verður í Tanak tosað um ymisk ljóðføri. Vit hoyra um harpuna
hjá Dávidi, um tamburinina hjá Miriam, og um gangin frá shofarium,
veðrahornum, sum at enda fekk Jeriko múrar at rapa.
Meðan fólkið var á ferð í oyðimørkini, varð lúður nýtur at kalla tey saman.
Í templinum varð spælt á harpu og lýru, ið er eitt lítið streingjaljóðføri, og á
floytu. Harumframt nevnir Tanak eisini trummur, klokkur o.a.
Jødar hava eisini fólkadans sum siðvenju. Summir av hesum dansum hava
røtur í sangum og yrkingum í Tanak. Til brúdleyp og aðrar veitslur dansa tey
fólkadans, og eisini kunnu sangarar, kór ella spælimenn vera við.
Søga jødanna
Gjøgnum alla søgu jødanna hoyra vit um stríð teirra at varðveita egnan
samleika og egið land. Eftir at templið, ið hevði serstakan leiklut í allari søgu
teirra, var lagt í oyði, vóru tað mong, ið fluttu í onnur lond at búgva.
1...,37,38,39,40,41,42,43,44,45,46 48,49,50,51,52,53,54,55,56,57,...120
Powered by FlippingBook