50
Anna Frank
Ein kend bók, ið eisini er gjørd til film, er søgan um Onnu Frank. Anna Frank
vaks upp í einum jødiskum húski, ið flýddi úr Týsklandi til Hollands í árinum
1933. Eisini Holland varð hersett av týskarum, og í juli mánaði í árinum 1942
mátti Anna saman við øllum sínum fara undir jørð.
Í eini tvey ár búðu tey í einum loyniligum høli aftan fyri handilin, ið tey áttu.
Í 1944 hevði onkur slatrað um loynistað teirra, og tey vórðu tikin til fanga og
send í týningarlegu. Mamman doyði í leguni Auschwitz, og Anna og systir
hennara doyðu í Bergen-Belsen, men pápin yvirlivdi.
Meðan tey goymdu seg, skrivaði Anna dagbók. Tá kríggið var av, gav pápi
Onnu bókina út, og varð sølan metgóð. Húsið, har ið Anna og familja hennara
goymdu seg, er í dag eitt savn, har stórur dentur verður lagdur á at kunna um
mannarættindi og forfylging.
Eftir kríggið
Í 1948 var staturin Ísrael stovnaður. Lógin sigur, at ein og hvør jødi, ið hevur
hug til tess, hevur rætt at búseta seg í landinum. Stórur partur av arábiska
fólkinum, ið búði í landinum, var noyddur at fara úr Ísrael, og mong livdu
sum flóttafólk í grannalondunum Jordan og Libanon. Hetta hevur gjørt sítt til,
at áhaldandi stríð hevur verið millum ísraelar og arábisku grannalondini, og at
tað javnan hava verið samanbrestir millum jødar og arábar, ið búgva í teimum
økjum, ið jødar nú halda seg hava rætt til. Fleiri friðarsáttmálar hava verið
undirskrivaðir, men enn er eingin endalig loysn funnin.
Jødar í dag
Í dag eru umleið 15 milliónir jødar, ið búgva um allan heim. Í USA búgva um
5,5 milliónir jødar, av teimum búgva um 1,5 milliónir í New York. Í Onglandi
eru um 300.000 jødar, og av teimum búgva um 200.000 í London. Í Ísrael eru
um 5,6 milliónir íbúgvar, av teimum eru um 4,5 milliónir jødar. Í Danmark
eru umleið 10.000 jødar.