43
Kap. 4 - Jødadómur
Høgtíðsdagarnir og nær teir byrja:
Rush Hashanah 1. Tishri
Yom Kippur
10. Tishri
Sukkot
15. Tishri
Simchat Tora
Síðsti dagur í Sukkot
Chanukah
25. Kislev
Purim
14. Adar
Pesach
(páskir) 15. Nisan
Shavuot
6. Sivan
Rush Hashanah
Rush Hashanah er byrjanin á jødiska nýggjárinum. Hesin dagur verður eisini
hátíðarhildin til minnis um skapanina og er samstundis byrjanin á teimum
tíggju døgunum, sum kallaðir verða
Teir tíggju bótadagarnir
. Teir enda við
Yom
Kippur
. Hetta eru álvarsamir dagar, har hugsað verður um lívið, hvussu gingið
hevur, og at biðja Gud um fyrigeving fyri tað, tú ert harmur um at hava gjørt.
Samstundis verður lovað at gera tað besta í komandi ári. Dentur verður eisini
lagdur á góðan mat hesar dagar, og millum tað best umtókta eru súreplapetti,
dyppað í hunang, og hunangskøkur. Nøkur borðreiða við kurvum við frukt,
har klæði er lagt útyvir, so eingin sær, hvat í er. Hetta skal ímynda, at soleiðis
er við nýggja árinum, eingin veit, hvat tað hevur at bjóða.
Rush Hashanah í sýnagoguni
Í sýnagoguni verða hildnar gudstænastur. Har er bøn, sálmasangur og
upplestur úr Toraini. Eisini verður blást í eitt ljóðføri, ið verður nevnt shofar.
Shofar er eitt veðrahorn, og skal hetta minna fólkið á Ábraham, ið var so
lýðin Guds boðum, at hann vildi ofra son sín Ísak. Í síðstu løtu steðgaði Gud
Ábrahami, og hann ofraði ein veðr í staðin.
Yom Kippur
Yom Kippur er sáttardagur og verður hildin 10 dagar eftir Rush Hashanah.
Hesin dagur verður roknaður sum tann mest heilagi á árinum, tí tá vilja tey
bøta aftur tað, ið skeivt varð gjørt, ella biðja Gud um fyrigeving fyri syndir
sínar. Kvøldið fyri biðja tey eisini vinfólk og grannar, sum tey hava skeldast
við, um umbering.
Flestu jødar fasta henda dag, t.e. at tey hvørki eta ella drekka í umleið eitt
samdøgur og eru annars fráhaldandi. Hetta er fyri at vísa, hvussu hørm tey eru
um lívsførslu sína við vón um, at Gud á henda hátt vil fyrigeva teimum.
Yom Kippur í sýnagoguni
Farið verður eisini í sýnagoguna, og rabbinin og fleiri av teimum hjástøddu
hava hvítt klæði um seg, sum tekin um reinleika. Eisini Tora-rullurnar verða
fjaldar undir hvítum klæði.
Sukkot
Fýra dagar eftir Yom Kippur verður Sukkot hátíðarhildin. Hetta er vanliga síðst
í september ella fyrst í oktober mánaði. Her verður hátíðarhildið, at Móses
leiddi fólkið úr trældóminum í Egyptalandi. Eftir mong ár í oyðimørkini