49
Kap. 4 - Jødadómur
Eysturríkski jødin Theodor Herzl (1860-1904) skrivaði í 1895 bókina ”Tann
jødiski staturin”, har hann viðger, hvussu neyðugt tað er, at jødar fáa sítt egna
heimland. Hann staðfestir, at best hevði verið, um hesin statur kundi verið
Palestina, men annars kundi hann eisini verið aðrastaðni. Nevnd verða fleiri
støð, m.a. Sinaihálvoyggin og Uganda.
Í 1914 vóru einar 13 milliónir jødar í øllum heiminum.
Fyrst í 1920-unum vóru nógvir jødar í Russlandi fyri atsókn, og eini 17.000
lótu lív. Nógvir ungir jødar rýmdu tá úr Russlandi til Palestina, har teir vónaðu
at kunna liva í friði og frælsi. Jødar fóru hugaliga í gongd við at dyrka landið,
og teir vóru væl móttiknir. Men longu í 1929 hoyra vit um stríð millum arábar
og jødiska niðursetufólkið.
Holocaust
Fyrst í 1900-talinum vóru tað fleiri lond, ið høvdu fíggjarligar trupulleikar.
Eitt av hesum londum var Týskland. Tá ið nasistarnir komu til valdið í
1930-unum arbeiddu teir ágrýtnir fyri at fáa landið bæði stórt og sterkt. Teir
royndu at finna onkran syndabukk fyri støðuna í landinum, og hann var ikki
trupul at finna.
Nasistaleiðarin, Adolf Hitler (1889-1945), helt lítið um jødar, og skjótt byrjaði
eitt miðvíst arbeiði at fáa beint fyri jødunum. Fyrst fingu teir boð um at skráseta
seg á eini almennari skrivstovu. Síðani fingu teir boð um at ganga við einari
dávidsstjørnu á bringuni, so teir lættliga kundu kennast aftur.
So við og við vórðu øll rættindi tikin frá jødum. Teir sluppu ikki at eiga bilar,
handlarnar máttu teir lata aftur, børnini sluppu ikki at ganga í skúla, og roynt
varð at gera alt so trupult fyri teir sum gjørligt.
Men so funnu nasistarnir loysnina, ið teir hildu vera ta bestu. Teir ætlaðu
at týna jødarnar. Teir vórðu savnaðir í konsentratiónslegur og týningarlegur.
Har vórðu nógvir dripnir beinanvegin. Aðrir vórðu illa viðfarnir, fingu lítið og
einki at eta og livdu undir ræðuligum umstøðum, áðrenn teir doyðu. Talið á
teimum, ið yvirlivdu, var ikki stórt.
Tá ið 2. heimsbardagi (1939-1945) var av, vóru 6 milliónir jødar deyðir, harav
um 1½ millión børn. Hetta var um triðingurin av øllum jødum í heiminum, og
fleiri jødiskar familjur vórðu heilt oyddar. Týningin verður nevnt holocaust.
Tað sigur seg sjálvt, at holocaust hevur sett greflig spor í søgu jødanna.
Tað er eisini til minnis um hesar 6 milliónir jødar, at “Yom hashoa” verður
hátíðarhildið 27. nisan (mars-apríl).