41
Jødar trúgva, at Gud gav Mósesi Toraina sjey vikur eftir, at teir vóru slopnir
úr trældóminum í Egyptalandi. Móses fór niðan á Sinaifjall og kom aftur við
tveimum steintalvum við teimum 10 boðunum á. Talvurnar vórðu goymdar í
einari kistu av gulli, Sáttmálaørkini.
Í høvuðsheitum eru tríggir bólkar av jødum,
ortodoksir, konservativir
og
reform-
vinaligir
. Tosað verður tó eisini um ein fjórða bólk, teir
sekulariseraðu
jødarnar.
Sjálvt um hesir bólkar kunnu vera rættiliga ymiskir í trúarspurningum, so
er fatanin, opinleikin og tolsemið tó ráðandi. Bólkarnir kunnu vera rættiliga
langt frá hvørjum øðrum í spurningum um, eitt nú hvat loyvt er at eta, hvussu
Tanak skal skiljast, ella hvar hvør skal sita undir gudstænastu.
Jødiskar trúargreinar
Ortodoksir jødar
Ortodoksir jødar royna at halda so nógvar av teimum 613 lógunum, reglunum,
sum gjørligt. Teir fylgja teimum fyriskriftum, sum eru viðvíkjandi matgerðini,
til maturin stendur á borðinum. Til gudstænastur sita kvinnurnar á svalunum,
meðan menninir sita niðri í salinum. Nógvir jødar hava dagligar siðir, sum teir
halda knýta teir tættari at Gudi. Eittt nú er vatnið ein ímynd av reinleika og
verður nýtt í fleiri ritualum.
Teir jødar, vit síggja við longum skeggi og krúllum hangandi niður við oyruni,
ganga eftir ávísum reglum fyri klipping av hári og skeggi.
Hjá ortodoksum jødum skal alt vera so, sum Torain ásetur. Teir fylgja enn
reglunum um, at um sabbatina mugu teir ikki: tendra el-tól, kynda eld, gera
mat, skriva, hyggja í sjónvarp, spæla ljóðføri, koyra í bili, toki, bussi, á súkklu,
sigla ella flúgva. Tað, at teir ikki kunnu koyra bil henda dag, ger eisini sítt til,
at tey ikki kunnu búgva longur burtur frá sýnagoguni, enn til ber at ganga.
Konservativir jødar
Konservativir jødar halda ikki so fast við jødisk ritual og jødiskar siðir. Teir
eru meira nútímans í sínari lívsførslu. Tó halda teir fast við Bar Mitsvah og Bat
Mitsvah, og at dreingir skulu verða umskornir.
Í teirra sýnagogum kunnu menn og kvinnur sita saman í høgru síðu, soleiðis
at hjún kunnu sita saman. Men í vinstru síðu sita bert menn, og á svalunum
sita kvinnur og børn.
Reformertir jødar
Reformertir jødar halda færri ritual og siðir enn konservativir jødar. Teir vilja
nútímansgera jødadómin, og í staðin fyri hebraiska málið nýta teir móðurmál
sítt til gudstænastur og onnur átrúnaðarlig ritual.
Í teirra sýnagogum sita menn og kvinnur saman.
Kap. 4 - Jødadómur