Kristni 7 - Lærarabók - page 36

36
Kortspæl
Í føstuni varð alt stuttleikalív lagt til viks. Tá varð ikki farið upp á gólv og í
mongum bygdum heldur ikki spælt kort.
Mong hildu, at tú als ikki átti at spæla kort, tí tað var at rokna sum synd. Tað,
at nøkur óttaðust kortspæl, komst uttan iva av teimum mongu frásagnunum
um fólk, ið høvdu spælt um pening, jørð og um síni egnu børn og arbeiðsfólk.
Ofta kundu menn eisini gerast rættiliga heitir, tá ið spenningur kom í spælið,
og ikki var sjáldan, at hin versti var ákallaður, ja, so nógv, at onkrar frásagnir
eru um, at hann mitt í øllum stóð á gólvinum!
Tað, at tann ungi hermaðurin skuldi fyri rættin, tá ið hann hevði tikið kort-
spælið fram í kirkjuni, vísir eisini, at hetta ikki hevur verið hildið sømiligt –
kortspælið hóskaði ikki í kirkjuni!
Spøl
Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu vit menniskju læra og ikki minst, hvussu vit
minnast tað, vit læra. Nøkur kunnu taka eina bók í hondina og uttan trupul-
leikar lesa og minnast tað, ið lisið varð. Onnur mugu kanska gera sær hesar
royndir á annan hátt, og hjá summum kann tað vera ein gongd leið at nýta
ymisk spøl fyri at minnast.
Bíblian hjá tí unga hermanninum er umseting av “Deck of Cards”.
Her er ein onnur søga um ein ungan hermann og kort hansara:
Tann ungi hermaðurin í Afganistan
Ein ungur hermaður var ein sunnumorgun einsamallur í einari hermannabúð
í Afganistan. Tað var friðarligt henda dagin. Av onkrari orsøk var einki ljóð at
hoyra frá skotvápnum, kanónum ella spreingiknøttum.
Ungi hermaðurin visti, at tað var sunnudagur, heiligdagur. Meðan hann sat
har, tók hann eini gomul spælikort fram og breiddi tey út á koyggjuna.
Júst tá kom ein sersjantur inn og spurdi:
Hví ert tú ikki saman við hinum?
Ungi hermaðurin svaraði:
Eg helt, at eg skuldi vera eftir og nýta eitt sindur av tíð
saman við Harranum.
Tað sær út, sum tú ætlar tær at spæla kort,
segði sersjanturin.
Nei tygum. Av tí at vit ikki hava loyvi at hava bíbliur ella aðrar andaligar bøkur í
hesum landi, so havi eg valt at tosa við Harran við at lesa kortini.
Sersjanturin helt bilsin fyri:
Hvussu gert tú tað?
A
A
A
A
2
2
2
2
NT
GT
3
3
3
3
1...,26,27,28,29,30,31,32,33,34,35 37,38,39,40,41,42,43,44,45,46,...120
Powered by FlippingBook