29
fyrstu viðurkendu bíbliuútgávuna hjá fólkakirkjuni á føroyskum. Tá Kristian
Osvald Viderø fór frá sum prestur í 1977, fór hann aftur út í heim at ferðast og
kom ongantíð aftur til Føroya. Hann doyði í Keypmannahavn í 1991.
Victor Danielsen (1894-1961)
Victor Danielsen var føddur í Søldarfirði. Hann tók læraraprógv í 1914.
Sama ár varð hann settur sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum
og í Lamba, men bert 6-7 mánaðir seinni segði hann seg úr starvi og gjørdist
prædikumaður burturav.
Í 1916 kvetti hann við fólkakirkjuna og gjørdist partur av Brøðrasamkomuni.
Victor Danielsen umsetti Galatiubrævið í 1937.
Samkoman var so hugtikin av úrslitinum, at tey bóðu Victor Danielsen um
at týða restina av Nýggja Testamenti. Henda umseting kom út í mars 1937,
nakrar vikur undan umsetingini hjá Jákupi Dahl.
Eftir at Nýggja Testamenti var umsett, helt Victor Danielsen fram við at umseta
restina av Bíbliuni úr øðrum norðurlendskum málum og øðrum málum, eitt
nú enskum og týskum. Longu í 1939 var hann liðugur við arbeiðið.
Orsakað av krígnum kom Bíblian hjá Victor Danielsen ikki út fyrr enn í
1949, og henda ótilætlaða seinkanin gav honum møguleika til at endurskoða
málbúnan.
Victor Danielsen var ein óvanliga virkin og arbeiðssamur maður. Afturat
týðingunum av Nýggja Testamenti og Bíbliuni yrkti hann 27 sálmar og umsetti
fleiri enn 800 sálmar og sangir. Harafturat skrivaði hann tvær skaldsøgur við
andaligum innihaldi.
Kap. 1 - Um Bíbliuna