Kristni 7 - Lærarabók - page 24

24
Óbadia
er tann profetur, hvørs sjónir verða lýstar í hesi profetabók, ið er tann
stytsta í Bíbliuni. Eyðkent fyri hansara tíð var, at fólkið helt sera lítið um landið
Edom. Hetta var yvirhøvur galdandi fyri tíðina eftir útlegdina í Bábylon.
Jónas
er ein ótrúliga frásøgn um profetin, ið eftir boðum Guds verður biðin
um at fara til Nineve at bera boðini um vreiði Guds. Tað er hesin Jónas, ið
verður gloyptur av einum stórum fiski.
Mika
var ættaður úr Moreshet í Júdaríki. Hann virkaði um somu tíð sum
Jesaja undir kongunum Jotam, Ákaz og Hizkia. Í bókini hjá Mika er ein bøn
um bjarging Ísraels.
Náhum
var ættaður úr býnum Elkosh, og hildið verður, at hann starvaðist við
templið í Jerúsalem. Bók hansara lýsir, hvussu Ninive, høvuðsstaður Assýria,
verður lagdur í oyði.
Hábakkuk
var virkin í Júdea, um somu tíð sum Jeramia, og bábylonar tóku
ræðið eftir assýrar. Hann spáddi, at Gud fór at brúka bábylonar at revsa fólkið
fyri gudloysi teirra.
Sefanja
greiðir í bók síni frá dómsboðum Guds yvir vánaligar stjórnarmenn
og yvir teir, ið einkisvirða Harran og tilbiðja gudin Báal. Sefanja kunnger, at
Harrans dagur er í nánd.
Haggai
eggjaði fólkið, ið var komið heim aftur úr útlegdini í Bábylon at fáa
templið í Jerúsalem bygt av nýggjum. Hetta var um ár 520 f.Kr. Hann hevði at
teimum, tí tey vóru so mótleys. Hann fekk tey í gongd at byggja, og tey góvust
ikki, fyrr enn liðugt var.
Zakarja
arbeiddi eisini fyri at byggja templið uppaftur. Hann tosaði eisini um
frelsaran, ið skuldi ríða inn í Jerúsalem.
Málaki
var hin síðsti profeturin undan Jesusi. Hann talaði bæði um Jesus
sjálvan og um hann, ið undan honum skuldi koma, Jóhannes doyparan.
Teir skriftlærdu
Tá ið jødarnir vóru komnir heim aftur úr útlegdini úr Bábylon, bygdu teir
fleiri sýnagogur og samkomuhús runt um í landinum. Teir, sum lósu og løgdu
skriftirnar fram fyri fólkinum, vórðu kallaðir skriftlærdir. Teir flestu skrift-
lærdu hoyrdu til tann partin, ið nevndist farisearar, meðan aðrir hoyrdu til
saddukeararnar.
Farisearar
Navnið fariseari merkir at halda seg burtur frá ella at skilja seg burtur úr
mongdini. Navnið sipar til eina ávísa grein av jødadóminum.
Nakrir av farisearunum vóru skriftlærdir. Teir kannaðu lógirnar fyri at finna
Guds vilja. Og teir, ið ikki vóru skriftlærdir, løgdu doyin á at gera, sum teir
1...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...120
Powered by FlippingBook