Kristni 7 - Lærarabók - page 21

21
Kap. 1 - Um Bíbliuna
Dómarabókin
Í Dómarabókini verður m.a. sagt frá teimum ymsu dómarunum, ið royndu
at rættleiða fólkið, ið hevði lyndi til at gloyma tann sanna Gud og tilbiðja
avgudar. Vit lesa eisini um Gideon, ið varð valdur til høvdinga Ísraels, um
Jefta, ið vann á ammonitum, men mátti ofra einkarbarn sítt, um Samson, ið
var tiltikin sterkur, men sum varð svikin av filistagentuni Dalilu.
Rutarbók
Í Rutarbók lesa vit um Rut, ið ikki vildi svíkja vermóður sína, Náomi, tá ið hon
vendi heim aftur til Betlehem eftir at hava búð í Móabslandi. Bæði maður og
báðir synir hennara vóru deyðir. Rut giftist við Bóazi, og tey fingu ein son, ið
æt Óbed. Óbed var pápi Ísai. Ísai var pápi Dávid, ið gjørdist kongur í Ísrael.
2 Sámuelsbøkur
Tær báðar Sámuelsbøkurnar siga frá dómarunum Eli og Sámuel, og um Sául,
ið varð salvaður til kong í Ísrael. Í fyrstuni var hann ein góður kongur, men
seinni varð hann ólýðin Guds boðum og settur frá. Síðani hoyra vit um Dávid,
seyðahirðan, sum dugdi so væl at spæla upp á hørpu, og at Dávid verður
salvaður til kong. Vit hoyra um Dávid og Góliat, um øvundsjúku Sáuls og um,
hvussu tað gekst Dávidi tey 40 árini, hann stýrdi landinum. Absalon, sonur
Dávids, gjørdi uppreistur ímóti pápanum. Uppreisturin varð niðurbardur,
og Absalon varð dripin. Hetta var ikki ætlan Dávids, og hann tók sær deyða
Absalons sera nær.
2 Kongabøkur
Tá ið Dávid doyr, tekur sonur hansara, Sálomon, við sum kongur. Sálomon
varð kendur fyri sín vísdóm, t.d. tá ið hann skuldi avgera, hvør nú av røttum
átti dreingjabarnið, ið tær báðar konurnar søgdu seg eiga. Sálomon læt eisini
tað stásiliga templið byggja. Hann fekk eisini vitjan av drotningini av Saba.
Seinastu árini hjá Sálomon sum kongur vóru ikki góð. Mongu konur hansara
fingu hann at tilbiðja avgudar, og fólkið gjørdi javnan uppreistur ímóti honum.
Hann var kongur í fjøruti ár.
Tá ið hann var deyður, varð landið býtt í tvey. Tað vóru bert tvær ættir, Júda
og Benjamin, sum vildu hava son Sálomons, Rehábeam, til kong. Fyri Dávids
skuld vildu tær ikki svíkja hann.
Rehábeam gjørdist kongur í Júdaríki, har Jerúsalem var høvuðsstaður. Hinar
tíggju ættirnar valdu sær ein, ið æt Jeróboam, til kong. Hetta ríkið kallaðist
Ísraelsríki, og Sámaria var høvuðsstaður. Men avgudadýrkanin tók til, meðan
Jeróbeam var kongur, og meðan eftirmenn hansara høvdu valdið, m.a. Ákab.
Vit lesa um profetin Elia, tá hann var við ánna Krit, hjá einkjuni í Sarepta og
um gudaroynd hansara á Karmelfjalli, um víngarð Nábots, og tá ið Ákab og
Jesabel doyðu.
Í Seinnu Kongabók hoyra vit m.a. um, tá ið Elia varð tikin til himmals, um
Elisa og son einkjuna í Sjúnem og um Náman.
1...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...120
Powered by FlippingBook