Kristni 7 - Lærarabók - page 12

12
Myndir og myndlist
At arbeiða við myndum í hesi lærugrein kann geva næmingum eina betri
fatan av, hvussu menniskju gjøgnum tíðirnar hava gjørt sær sínar tankar um
frásagnirnar í Bíbliuni ella hava ímyndað sær ymist í trúarlívinum.
Tað er tí sjálvsagt at draga fram myndir og tekningar í bókini ella aðrar myndir
og tosa um, hvat hesar kunnu siga okkum bæði í mun til tekstin, tær eru settar
saman við, og sjálvstøðugt.
Í fyrsta lagi er ikki neyðugt at fara inn í tað listasøguliga við myndini, men í
staðin bert tosa einfalt um, hvat tey halda um myndina og kanska, hvat tey
koma í tankar um, tá ið tey hyggja at myndini.
Síðani kann verða tosað um, hvussu myndin er sett saman:
Hvat er á myndini?
1. persónar
2. stað - umhvørvið
3. lutir - klædnabúni
4. skipan – uppbyggingar
5. søga
1. Hvussu verður persónur lýstur – kropsburður og andlitsbrøgd:
• glaður – syrgin (látur ella grátur)
• sjúkur - frískur
• spentur – líkasælur
• stoltur – uppgevandi
• samspæl við onnur
2. Hvar eru vit stødd, og hvussu er umhvørvið?
• úti ella inni
• umstøður
• hugni/óhugni
3. Hvørjir lutir eru á myndini – hvussu er klædnabúnin?
• sigur hetta nakað um tíðina
• sigur hetta nakað um samfelagsligu støðuna
4. Hvussu er myndin skipað ella uppbygd?
• sjónarhorn
• dýpd
• litir
• ljós – natúrligt – lampa/kertuljós – symbolskt
• rørsla – friður/ófriður
5. Liggur ein søga í myndini?
• huglag – kenslulig støða/hýrur
• kend – ókend
• átrúnaðarlig ella ikki
• myndin – teksturin
1...,2,3,4,5,6,7,8,9,10,11 13,14,15,16,17,18,19,20,21,22,...120
Powered by FlippingBook