7
Formæli
Kristni 7
er grundbók í kristni til 7. flokk. Bókin er ætlað sum grundarlag fyri
frálæruni í kristni í framhaldsdeildini.
Kristni 7
viðger kristnu skriftirnar við einum søguligum baksýni. Greitt verður
frá, hvussu kristindómurin breiddi seg um lond til og við trúbótina. Soleiðis
áttu næmingarnir at fingið eina hóming av søgu kirkjunnar, og harvið betur
skilt tað tilfar, sum umboðar nútíðina. Eisini viðger
Kristni 7
fremmandan
átrúnað. Námsætlanin fyri kristni sigur, at fremmandur átrúnaður skal vera
við í undirvísingini í barnaskúlanum. Í
Kristni 7
hava vit valt at arbeiða við
jødadómi og islam. Jødadómur, kristindómur og islam eru viðgjørd eftir sama
leisti, so til ber at samanbera hesar átrúnaðir.
Kristni 7
er ein tekstbók við myndatilfari. Tað er týdningarmikið at kunna seg
væl við tekstin og tað myndatilfar, sum er á hvørji síðu. Niðast á síðuni eru
orð, sum lærarin kannar, um næmingarnir skilja. Hetta er gott at gera, av tí
at tað kann hava týdning fyri, um næmingurin skilir heildina. Frágreiðing til
orðini er aftast í næmingabókini. Eftir hvønn kapittul er ein samandráttur,
spurningar og uppskot til uppgávur. Faktaboksir eru, sum greiða frá orðum,
fyribrigdum og øðrum. Rútarnir “Visti tú” eru at meta sum lætt ískoyti, men
góðir at kunna seg við. Lærarin ger sjálvur av, um hann tekur alt við ella velur
burtur úr rúgvuni.
Tað er upp til hvønn einstakan lærara, hvussu hann leggur sína frálæru til
rættis. Men tað, vit hava hugsað við tilfarinum, er at geva næmingunum eina
vitan, samstundis sum vit leggja upp til at fáa samrøðu í lag lærara og næming
ímillum og eisini næmingarnar sínámillum.
Í læraravegleiðingini er eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess, og
uppgávur eru á
.
Charlotta Thorsteinsson
og
Paulina Andreasen