Kristni 7 - Lærarabók - page 16

16
Greiningafrymil til film
Hesin greiningarfrymil er rúgvusmikil. Tað ber til at velja burturúr at viðgera
nærri.
Greina eftir frymlinum:
1. Greið í stuttum frá innihaldinum
2. Hvørji evni viðger filmurin
3. Greið frá persónunum:
• Hvussu og á hvønn hátt verða vit kend við høvuðspersónin/
-persónarnar?
• Hvat fá vit at vita um høvuðspersónin/-persónarnar
1. í fyrstani
2. so við og við
3. móti endanum
• Hvat sigur/siga høvuðspersónurin/-persónarnir um seg sjálvan?
• Hvussu sær/síggja viðkomandi út?
• Hvør menning fer fram, sum filmurin líður?
• Virkar høvuðspersónurin/-persónarnir trúligur/trúligir?
4. Tíð og umhvørvið
• Nær er filmurin gjørdur?
• Nær fer hann fram?
• Tykist staðið trúligt í mun til ta tíðina?
• Hvussu langa tíð fevnir filmurin um?
• Hvussu er umhvørvið?
• Hvar fer søgugongdin fram?(land, býur o.s.fr.)
5. Slag av filmi
• Spenningsfilmur, skemtifilmur, kærleiksfilmur, familjufilmur,
ræðufilmur, drama, dokumentarfilmur o.s.fr.
6. Hvat verður nýtt at fáa rætta huglagið fram:
• Kameravinklar
• Sjónarhorn
• Kamerarørslur
• Klipp
• Ljós
• Filtur
• Tónleikur
7. Hvønn boðskap ber filmurin?
8. Hvat heldur tú um filmin?
1...,6,7,8,9,10,11,12,13,14,15 17,18,19,20,21,22,23,24,25,26,...120
Powered by FlippingBook