19
UPPSKOT
Samandráttur
• Bíblian er ikki
ein
bók, men 66 bøkur til samans
• Bíblian er í tveimum pørtum:
Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti
• Bíblian er gomul, men viðkomandi
• Bíblian kom fyrstu ferð út á føroyskum í 1949
• Kanónisku bøkurnar eru við í øllum kristnum
Bíblium. Apokrýfisku bøkurnar eru við í katólsku
Bíbliuni
Uppgávur
1. Hvussu nógvar bøkur eru í Gamla Testamenti?
2. Hvussu nógvar bøkur eru í Nýggja Testamenti?
3. Les 2. Tim 3,16
4. Les Hebr 4,12
Hvør er niðurstøðan í hesum skriftstøðum?
5. Les Luk 1,3–4
Hvat vil inngangurin til Luk evangeliið siga
okkum?
6. Les Luk 24,44
Hvat sigur Jesus um seg sjálvan?
7. Sagt verður, at øll kristin eru systkin.
Hvat heldur tú liggur í hesum?
Hvussu arbeiðast kann við 1. kapitli:
• Nýta brotið ”At arbeiða við tekstum í Bíbliuni”
til persónar, hendingar, støð o.a. í tíðarlinjuni,
bls. 12
• Brúka Bíbliukortbókina
• Tosa um faktaboksirnar
• Greiða næmingunum frá bíbliutýðarunum
Kapittul 1
Um Bíbliuna