28
Prentaða bókin
Í fleiri øldir vórðu allar bøkur skrivaðar við hond, og vóru tær so dýrar, at tað
var ikki ein og hvør, ið hevði ráð at ogna sær eina bók. Í 9. øld um ár 1040
fann kinverjin Pi-Cheng uppá at gera fyrstu teknini úr brendum leiri at prenta
bøkur við. Men ikki fyrr enn í 15. øld, fóru evropear at prenta bøkur. Nú
prentlistin var komin, bar til at gera nógvar bøkur í senn, og tað gjørdi sítt til,
at prísurin fyri bøkurnar lækkaði, og fleiri kundu fáa gleði av teimum. Tað
var týskarin Johann Gutenberg, ið byrjaði við prentlistini í Evropa. Tí verður
Gutenberg nevndur faðir at prentlistini. Hetta var í árinum 1445. Johann
Gutenberg gjørdi eitt tól, har hann fekk stoypt leysar bókstavir. Í mong ár
máttu prentarar seta teir einstøku bókstavirnar saman til orð og reglur. Síðani
vóru reglurnar settar upp í blaðsíður og prentaðar í handpressu. Í dag kunnu
vit við teldum gera meginpartin av hesum arbeiði.
Bíblian á føroyskum
Jákup Dahl (1878-1944)
Jákup Dahl var føddur í Vági. Hann fór á læraraskúla í Tórshavn 1893, á
studentarskúla í Danmark 1897 og las gudfrøði á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn frá 1899 til 1905.
Jákup Dahl var lærari í Danmark og í Føroyum. Tá í tíðini var ikki loyvt at
nýta føroyskt mál í skúlanum, men Jákup Dahl tosaði við sínar næmingar á
føroyskum. Í 1912 gjørdist hann prestur og í 1918 próstur.
Jákup Dahl ynskti, at kirkjumálið varð umsett til føroyskt. Í 1918-19 hevði
hann týtt ritualini, men orsakað av politiskum stríði komu tey ikki út fyrr
enn í 1929 og vórðu viðurkend í 1930. Hann fór undir at umseta Nýggja
Testamenti til føroyskt, og teir ymsu partarnir komu út í smáritum frá umleið
1923-1936. Í 1937 kom so Nýggja Testamenti út í samlaðari útgávu. Av Gamla
Testamenti hevði Jákup Dahl longu í 1923 umsett Sálmarnar.
Av øðrum kirkjuligum tilfari umsetti Jákup Dahl Luthers Katekismus (1922),
og Bíbliusøguna hjá Balslev. Hann skrivaði eisini lestrabøkur til deknarnar.
Jákup Dahl yrkti eisini fleiri sálmar. Seytjan teirra eru at finna í sálmabókini.
Har eru eisini einir 70-80 sálmar, sum Jákup Dahl hevur týtt. So tíðliga sum
í 1908 skrivaði hann “Føroysk mállæra til skúlabrúks”, sum hevur verið nýtt
í skúlunum heilt upp til okkara tíð. Umframt síni kirkjuligu og málsligu verk
skrivaði Jákup Dahl fleiri yrkingar og stuttsøgur.
Kristian Osvald Viderø (1906-1991)
Kristian Osvald Viderø var føddur í Skálavík. Hann var til skips eitt skifti.
Hann tók studentsprógv í Keypmannahavn í 1930 og gudfrøðiligt embætis-
prógv í 1941. Kristian Osvald Viderø ferðaðist í mongum londum í fleiri ár.
Frá 1947-1977 var hann prestur ymsastaðni í Føroyum.
Eftir deyða Jákup Dahl varð tað Kristian Osvald Viderø sum fullførdi
umsetingina av Bíbliuni úr hebraiskum. Hetta megnararbeiði førdi í 1961 til ta