Kristni 7 - Lærarabók - page 31

31
UPPSKOT
Samandráttur
Bíblian sigur okkum:
• hvør Gud er
• hvat hann hevur gjørt
• søguna um fólkið, Gud valdi sær
• um Jesu lív, læru og deyða
• um tær fyrstu samkomurnar
• um grundleggjandi viðurskiftir í lívi okkara: lív
og deyða, gleði og sorg, óndskap og eydnu, iva
og trúgv, hatur og fyrigeving, øvund og kærleika
Í Gamla Testamenti eru nógvir og fjølbroyttir tekstir
um Gud og menniskju og samfelag Guds við Ísrael.
Í Nýggja Testamenti finna vit alt tað grundleggjandi
um kristnu trúnna:
• tey 4 evangeliini eftir Matteus, Markus, Lukas og
Jóhannes
• Ápostlasøguna, har vit hoyra um ta fyrstu tíðina
eftir Jesu deyða og uppreisn
• brøvini um, hvussu kristna lívið skal livast
• Opinberingina, sum er um framtíðarvónirnar
Uppgávur
1. Hvør hevur skrivað tey flestu brøvini í Nýggja
Testamenti?
2. Hvør hevur skrivað tey fýra evangeliini?
3. Lesið 2. Mós 20,1-17.
4. Lesið Matt 5-7.
5. Prátið um, hvussu Jesus á ein nýggjan hátt
greinar “Hini 10 boðini” í “Fjallataluni”.
6. Hvat líkist, og hvat er øðrvísi?
Hvussu arbeiðast kann við 2. kapitli:
• Nýta brotið “At arbeiða við tekstum í Bíbliuni”,
bls. 10 til tekst úr evangeliunum, bls. 18
• Nýta onkur av brøvunum. Hvussu byrja tey?
Hvussu enda tey?
• Taka ein lítlan part av teksti og umskriva til
nútíðarmál
• Gera eitt sindur burtur úr faðirvár, eitt nú, hvør
biður faðirvár og hví
• Gera eitt sindur burtur úr teimum upplýsingum,
sum eru í boksunum
• Tekna nýggjar ímyndir til evangelistarnar
• Finna kend orðafelli í Fjallataluni. Dømi:
Matt 5,38, Matt 7,5, Matt 7,6 og Matt 7,18
Kapittul 2
Kristnu
skriftirnar
1...,21,22,23,24,25,26,27,28,29,30 32,33,34,35,36,37,38,39,40,41,...120
Powered by FlippingBook